Skriva út

Vísindavøkan 2012

Vísindavøkan 2012 varð hildin 27. og 28. september í Østrøm. Hetta var 5. ferð, at Granskingarráðið skipaði fyri Vísindavøku.

Mett verður, at umleið 1500 fólk í alt vitjaðu tiltakið í stóru høllini og ovaru hølunum hjá Öström hesar báðar dagarnar. Tað vóru serliga næmingar frá Studentaskúlanum í Hoydølum, Føroya Handilsskúla í Havn, Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna,  Tekniska Skúla í Klaksvík og NámX í Eysturskúlanum. Eisini komu onkrir 9. flokkar og yngri næmingar.

Tiltakið var sum vant partur av evropiska tiltakinum Researchers' Night og hesa ferð fingu vit fíggjarligan stuðul til tiltakið frá ES.

Allir granskingarstovnarnir høvdu básar, har tey vístu og greiddu frá sínum virksemi, 10 básar í alt. 23 granskarar hildu í alt 27 stuttar framløgur. 

Í kaféini European Corner var ymiskt gott at fáa, m.a. bjóðaðu vit Vísindavøku køku í sambandi við setanina, har Sigurð í Jákupsstovu rektari á Fróðskaparsetrinum, helt røðu, ið kann lesast her

Lærarar úr Hoydølum skipaðu fyri ymsum stuttligum royndum. Fólk frá Havstovuni og Náttúruvísindadeildini skóru fisk upp og greiddu frá. Bioanalytikarar frá Ílegusavninum og Landssjúkrahúsinum hjálptu fólki at uppreinsa DNA, sum tey fingu við sær í eitt hálssmúkki. Útferðir vóru skipaðar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landsskjalasavnið og út á Tinganes.

Á kvøldsetuni vóru tvær heiðurslønir handaðar. Dorete Bloch fekk heiðursløn fyri serliga góða almenna miðling av gransking. Gunnar G. Guttesen fekk heiðursløn fyri besta filmin í filmskappingini, har í alt 4 filmar komu inn.

Maria Dam og Pál Weihe høvdu tvær skemtligar framløgur úr teirra granskingarverð, kallaðar gransking við einum skálkabrosi.

Høvi var at royna fleiri sløg av serøli frá Føroya Bjór, sum var gjørt við føroyskari hyllublómu, jarðberum, kvannum og klokkulyngi, umframt vanligar øl og sodavatn.

Kvøldið endaði við framførslu av verkinum Føroyar 5.2. Hvussu ljóða Føroyar? sum Uni Árting og Jens L. Thomsen hava staðið fyri saman við nógvum øðrum. Áhugin var so stórur, at verkið varð framført tríggjar ferðir.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.