Skriva út

Vísindavøkan 2009

Vísindavøkan 2009 varð hildin 23. - 25. september.

Fyrsta kvøldið varð hildið í Skúladeplinum í Suðuroy. Útivið 50 fólk vóru og lurtaðu eftir áhugaverdu framløgunum, sum vóru 3 í tali. Dennis Holm, Maria Skaalum Petersen og Ása Róin løgdu fram.

Hóskvøldið 24. september var Vísindavøka á Náttúrugripasavninum í Havn. Her vóru umleið 40 fólk til framløgurnar hjá Hjálmari Hátún, Tóru Petersen og Onnu Mariu Fosaa.

Seinasta kvøldið varð hildið á Norðoya Fornminnissavni í Klaksvík. Umleið 20 fólk vóru til framløgurnar hjá Katrin M. Næs, Karin Margrethu H. Larsen og Pál Weihe.