Skriva út
Lagt út: 04.08.2020

Yvirlýsing um atgeingi til COVID-19 úrslit við stuðli úr Horizon 2020

ES kommissiónin hevur gjørt yvirlýsing - Intellectual Property Manifesto -, sum ásetir, hvussu loysnir, sum eru úrslit av Horizon 2020 verkætlanum ella øðrum ES verkætlanum, kunnu gerast atkomuligar fyri øll.

Fyri at tryggja, at granskingarúrslit verða atkomuligt fyri øll og fyri at tryggja almennu íløguna, fevnir yvirlýsingin um gransking, sum hevur sum mál at basa koronavirus, gera kanningar, viðgera og finna koppingarevni.

Mariya Gabriel, kommisserur fyri Innovatión, Gransking, Mentan, Útbúgving og Ung sigur, at týdningurin av samstarvinum í Evropa Samveldinum og við restina av heiminum um ‘open science’ og ‘open access’ hevur ongantíð verið meira eyðsýndur.

Tríggjar meginreglur eru í yvirlýsingini:
1. At almannakunngera úrslit og gera tey atkomulig, uttan mun til, um tey eru ítøkilig framleiðsla ella útgáva.
2. At gera vísindaligar útgávur og granskingarúrslit atkomulig í open access uttan drál og í tráð við FAIR meginregluna.
3. Í tann mun tað er møguligt, verður mælt til ikki at taka gjald fyri ognarrætt í upp til eitt ár eftir, at WHO hevur staðfest, at koronavirus ikki longur er ‘Public Health Emergency of International Concern’.

Til ber hjá almennum og privatum áhugapørtum, sum luttaka í ES verkætlanum, at taka undir við yvirlýsingini.

Les tíðindini frá ES kommissiónini her
Tak yvirlýsingina niður her