Skriva út
Lagt út: 18.11.2021

Yvirlit yvir loyvir at granska

Útlendingar, ið koma til Føroya at granska, skulu hava loyvir frá føroyskum myndugleikum og stovnum. Hvørji loyvir, ið krevjast, veldst um, hvat slag av gransking talan er um, og hvar granskingin skal fara fram.

Einki samskipað yvirlit yvir krøv til granskingarverkætlanir er í Føroyum. Granskarar skulu í hvørjum føri sjálvir finna fram til, hvørji loyvir teir skulu hava og søkja um tey frá avvarðandi myndugleikum. Hetta kann serliga vera ein trupulleiki hjá útlendingum, ið vilja granska í Føroyum. 

Granskingarráðið hevur nú gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji loyvir útlendskir granskarar skulu hava, um teir vilja granska í Føroyum. Yvirlitið liggur á føroyska EURAXESS portalinum, sum er ein kunningartænasta til útlendingar, ið granska ella hava ætlanir um at granska í Føroyum.

Útlendskir granskarar skulu millum annað tryggja sær, at allir persónligir upplýsingar eru í samsvari við Dátuverndarlógina. Teir skulu eisini biðja um loyvi frá jarðareigarum, um teir vilja gera kanningar í náttúruni. Og avtalur skulu í flestu førum gerast við avvarðandi granskingarstovnar í Føroyum um granskingarverkætlanir.

Somu krøv, ið verða sett útlendskum granskarum, eru í flestu førum eisini galdandi fyri føroyskar granskarar.