Skriva út
Lagt út: 26.03.2010

Yvirlit yvir føroyskar granskingarstovnar


Granskingarráðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir føroyskar granskingarstovnar á heimasíðuni: www.gransking.fo. Í yvirlitinum er stutt kunning um stovnarnar og av granskingarøkjunum, ið starvsfólk á stovninum arbeiða við.

Yvirlitið er bæði á føroyskum og á enskum.

  • Føroyska síðan er her.
  • Enska síðan er her.

Umframt yvirlitið yvir granskingarstovnar, so er eisini ein dátuskrá, kallað Heilagrunnurin, ið hevur yvirlit yvir granskarar, sum eru knýttir at føroyska granskingarumhvørvinum, og eitt stuðulsyvirlit yvir allar verkætlanir stuðlaðar av Granskingargrunninum.