Skriva út
Lagt út: 30.09.2018

Ymsir hættir at vágameta sjúklingar við blóðeitran samanbornir

Í nýggjari útgávu greinar Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ymsar hættir til at vágameta sjúklingar við blóðeitran.

Shahin Gaini er høvuðshøvundur av greinini, sum er almannakunngjørd í International Journal of Infectious Diseases. Greinin eitur  “Prediction of 28-days Mortality with Sequential Organ Failure Assessment (SOFA), quick SOFA (qSOFA) and Systemic Inflammatory Response Syndrome (SIRS) – A Retrospective Study of Medical Patients with Acute Infectious Diseases”. Greinin kann lesast her

Granskingarbólkurin hevur kannað 323 sjúklingar við álvarsligari infektión og sepsis (blóðeitran). Sjúklingarnar blivu innlagdir á Odense Universitetshospital í tíðarskeiðinum 2003-2006. Kanningin samanbar tríggir ymiskir mátar at vágaflokka sjúklingar við infektión. Hættirnir, sum blivu samanbornir, vóru ‘SIRS eyðkenni', ‘SOFA eyðkenni’ og ‘quick-SOFA eyðkenni’. Niðurstøðan var, at ’SOFA eyðkenni’ vóru best til at eyðmerkja infektiónssjúklingar við vánaligari prognosu samanborið við ‘SIRS eyðkenni’ og ‘quick-SOFA eyðkenni’. SOFA stendur fyri Sequential Organ Failure Assessment.

Kanningin er ein partur av OSepS (Odense-Sepsis-Study) verkætlanini, sum Shahin Gaini hevur verið leiðari av síðani 2003. Átta granskingargreinar um sepsis (blóðeitran) eru komnar burturúr OSepS í tíðarskeiðinum 2006 til 2018.

OSeps verkætlanin var tann upprunaliga ph.d.verkætlanin hjá Shahin Gaini, har 500 sjúklingar á Odense Universitetshospitali vóru tiknir við við møguligari infektión ella sepsis. OSepS er millum størstu translationellu sepsiskanningarnar gjørdar í norðanlondum.

Higartil eru hesar greinar komnar burturúr OSepS kanningunum:

https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/16519746
https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/16569262
https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/17346334
https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/17625012
https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/18190604
https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/25457118
https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/29383956
https://www.ijidonline.com/article/S1201-9712(18)34538-7/fulltext

Les um Shahin Gaini í Heilagrunninum