Skriva út
Lagt út: 03.03.2010

www.history.fo – søgulig skjøl á internetinum

Nú er gjørligt at sleppa fram at søguligum skjølum á internetinum, sum higartil einans hava verið atkomulig á lesistovu Landsskjalasavnsins ella øðrum søvnum. – Hesi skjøl verða nú tøk hjá einum og hvørjum á heimasíðuni www.history.fo

www.history.fo  er ein heimasíða við keldum og hagtølum um søgulig, føroysk viðurskifti. Tað ber til at leita fram ymiskt tilfar og taka niður tilfarið av heimasíðuni. Tænastan er ókeypis. Einasta krav til brúkarar er, at tey vísa til kelduna.

Lættari atgongd fyri øll
Endamálið við www.history.fo er at gera søguligar keldur, søgulig hagtøl og annað søguligt tilfar lættari atkomuligt fyri almenningi og fyri fakfólki, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Ætlanin er at so nógv tilfar sum gjørligt verður savnað á einum stað, so at øll sleppa framat hesum tilfari. Á henda hátt skal bera til hjá øllum sum hava brúk fyri at granska í ymiskum søguligum viðurskiftum í Føroyum, at fara inn á www.history.fo at finna fram upprunatilfar

Skipan og keldubólkar
Heimasíðan er skipað soleiðis, at skjølini eru býtt upp í bólkar antin í mun til evni ella í mun til hvør myndugleiki ið hevur framleitt tey. Hetta er gjørt so, at tað verður lættari hjá brúkaranum at finna skjølini.
Størsti keldubólkurin higartil eru kirkjubøkur, sum innihalda upplýsingar um føðing/dóp, ferming, vígslu og deyð, hjá øllum føroyingum. Elsta kirkjubókin sum í løtuni er á heimasíðuni byrjar í 1719 og er fyri Sandoy. Yngsta kirkjubókin endar í 1910 og er fyri Suðurstreymoy. Aðrir keldubólkar eru sokallaðar ‘frágreiðingar’ (Indberetninger), sum embætisfólk hava sent miðfyrisitingini.
Ætlanin er eisini, at aðrir stórir keldubólkar verða lagdir út á heimasíðuna. Ein teirra er sokallaðu ‘fólkateljingarnar’ harav tann elsta er frá 1801, meðan tann í løtuni yngsta alment atgongda er frá 1925. Hesar fólkateljingar verða væntandi tøkar á heimasíðuni komandi mánaðarnar.
Flestu keldurnar eru lagdar út í upprunaformi, sum skanningar, meðan aðrar eru avskrivaðar. Løbner’sa Tabellir eru t.d. lagdar út í excel-formati, so øll kunna kopiera og beinleiðis rokna uppá tey mongu tølini, sum hendan keldan hevur. Ymisk fólk hava arbeitt við keldunum ella avskrivað tær. Í flestum førum eru tað limir í ráðgevingarbólkinum, ið hava gjørt hetta arbeiði, men eisini onnur fólk hava tikið lut.

Landsskjalasavnið og ráðgevingarbólkur
Tað er Landsskjalasavnið, sum eigur og umsitur heimasíðuna www.history.fo. Ein ráðgevingarbólkur við 6 fakfólkum, er knýttur at menningini av heimasíðuni. Í hesum ráðgevingarbólki sita, fyri Landsskjalasavnið: Lena Nolsøe, savnsvørður/søgufrøðingur, Gudny D. Rasmussen, KT-vørður og Sámal T.F. Johansen, landsskjalavørður/søgufrøðingur. Aðrir limir í bólkinum eru: Rolf Guttesen, geografur, Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Arne Thorteinsson, fornfrøðingur.

Landsskjalasavnið og ráðgevingarbólkurin hava arbeitt við hugskotinum til heimasíðuna í eini 2-3 ár og hava brúkt hetta seinasta árið ella so til at skannað tilfar og at geva síðuni endaligt snið.

Í samband við at www.history.fo  nú er klár til brúk fyri almenninginum, eru øll væl komin á tíðindafund á lesistovu Landsskjalasavnsins, V.U. Hammershaimbsgøta 11, Tórshavn, fríggjadagin 5. mars kl. 9.00.


Landsskjalasavnið