Skriva út
Lagt út: 20.12.2007

World Sustainable Energy Days 2008

Í døgunum 5. til 7. mars 2008, verða World Sustainable Energy Days 2008 hildnir í Wels, Eysturríki. Tað er Eysturríkska orkusparistovan, O.Ö. Energiesparverband, sum hevur tikið stig til tiltakið.

Á stevnuni verða evni innan orkusparing viðgjørd. Eitt nú evni innan hiting, køling og el. Eitt seminar er serliga ætlað at kasta ljós á framtíðar orkutøkni, frá tí at tøknin verður til í granskingini til hon kemur á marknaðin. Eisini verður møguleiki at sýna fram og kunna um egnar verkætlanir í einari ’poster’ framsýning.

Vitja heimasíðuna hjá World Sustainable Energy Days 2008.