Skriva út
Lagt út: 02.09.2015

WORLD LIBRARY OF SCIENCE

UNESCO hevur saman við øðrum ment eitt alheims bókasavn, World Library of Science, sum er eitt víðfevnt, ókeypis savn við náttúruvísindaligum keldutilfari. Savnið er atkomuligt hjá øllum og gevur lesandi um allan heim atgongd til dygdargott lestrartilfar og e-bøkur.

Vísindavøkan snýr seg um miðling av gransking. Í World Library of Science er nógv viðkomandi kunning um miðling av gransking. Hvussu miðlar tú? Hvør er málbólkurin? Hvat skal tú hugsa um, tá ið framløgan verður gjørd? Fá góð ráð og hygg eftir filmum við dømum um miðling av gransking.

Til ber at skráseta seg í yvirlitinum og/ella at leita eftir samstarvsfelagum úr øllum heiminum.

Síðan er ment á enskum, men ætlanin er, at hon skal vera á fleiri málum. Tá World Library of Science var sjósett í 2014 úttalaði serfrøðingur m.a., at hetta er tað týdningarmiklasta átakið í Open Educational Resources (OER) menningini.

Vitja bókasavnið her

Vegleiðing um at nýta savnið er her