Skriva út
Lagt út: 30.09.2009

William bestu tekningina í 4. umfari


Vinnararnir av 4. umfari av Tekna ein granskara eru funnir. Tey, sum hava hava atkvøtt fyri myndunum í hesum umfarinum, hava gjørt av, at tekningin hjá 7 ára gamla Williami skuldi verða nr. 1.  Tekningin hjá Williami er av einum granskara, sum kannar kryp

Tekningin hjá 10  ára gomlu Gunn gjørdist nr. 2 og tekningin hjá 11 ára gomlu Bjørt nr. 3.

Allar vinnaramyndirnar kunnu síggjast her

Hepnu vinnararnir fáa bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.

Vinnararnir fáa bræv frá Granskingarráðnum fyrsta dagin.

Finn seinastu vinnararnar av teknikappingini
Nú er seinasti møguleiki at verða við til at gera av ,hvør skal vinna bøkur frá Skúlabókagrunninum. Tað eru komnar 17 tekningar inn til 5. og seinasta umfar, sum tit kunnu síggja her. Far inn og atkvøð fyri bestu myndunum í seinasta  lagi 23.oktober.

Høvuðsvinningarnir
Tað eru komnar fleiri enn 200 tekningar í alt til tey fimm umførini av teknikappingini. Millum hesar fer ein dómsnevnd nú at finna tríggjar tær bestu tekningarnar frá allari kappingini.  Vit kunngera, hvørjar hesir vinnararnir eru um mánaðarskiftið oktober/november.

Vit vilja við hesum takka øllum børnunum fyri tær fínu tekningarnar, sum vit fara at royna at sýna fram alment, tá høvið býðst.