Skriva út
Lagt út: 17.12.2021

Vøtn, skógarmottur, siðaarvur og mangt annað í Frøði

Frøði hesaferð leggur fyri við grein, ið byggir á søgn og jarðfrøði. Søgn er, at eitt vatn skal hava verið norðan fyri Fjallavatn í Vágum. Hetta hevur geodeturin Sigmund í Dal, sáli, í sínari tíð kannað nærri og skrivað um. Uppundir greinina stuðla sonur Sigmund, Jóhann í Dali, og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur.

Frá vøtnum fara vit upp í luftina. Vit hoyra um sjófuglaeygleiðing við dronu. Talan er um eina verkætlan, sum lívfrøðingarnir Johan Castenschiold og Sjúrður Hammer standa fyri. Johan hevur skrivað serritgerð um at brúka dronu í fuglateljingum, men avbjóðingarnar í føroysku bjørgunum eru nógvar.

Tóta Árnadóttir hugleiðir um siðaarv og um føroyska dansin. Hon nevnir eitt nú, at siðaarvur ofta verður umrøddur sum livandi mentan, men at tað undir flutninginum kann gerast ein avbjóðing at varðveita lívið í mentanini, um ikki serlig atlit verða tikin til tað, tú setur tær fyri at flyta.

Vistfrøðin undir vatnskorpuni dansar eisini sín dans, men nú fer at bera til við vísindaligum rannsóknum at fylgja við vistfrøðiligu gongdini við umhvørvisDNA. Ian Salter, evnafrøðingur, vísir á nýggja vitan, um at sjógvur hevur brot av DNA frá størri verum, og at hetta helst fer at kollvelta granskingina innan havvistskipanir og djóralív undir vatnskorpuni. 

Jens-Kjeld Jensen hevur áður skrivað í Frøði um lærlitt loðmýggj, og nú upplýsingar eru komnar undan kavi um, at hetta flogkykt hevur verið í Føroyum fyrr enn hildið, viðgerð Jens-Kjeld eygleiðingar, ið m.a. eru gjørdar í Sumba og í Fugloy.

Elbilamarknaðurin veksur í Føroyum, og spurningurin um endurnýtslu av bilbattaríum er tí vorðin viðkomandi. Súsanna Berg og onnur lýsa eina verkætlan um hvussu brúkt battarí verða handfarin á tryggan hátt í londum, ið hava fáar bilar.  

Við grundarlag í skjølum hjá Thomsen á Tvøroyri roynir Rókur Tummasarson at leggja afturat vitanini um, hvussu virðið á veiddum fiski varð býtt millum menn, eftir at sluppfiskiskapurin tók seg upp. Skjøl vísa, at sjálvdrátturin helst byrjaði í 1880-unum.

Lítið hevur verið gáað um, at tað var klaksvíksstríðið, Jens Pauli Heinesen viðgjørdi í teimum stóru skaldsøg­unum Tú upphavsins heimur og Frænir eitur ormurin. Tær tykjast í fyrstu atløgu at vera um ein løgnan prest og lærara við óvanligum meiningum og í seinna førinum um ein dagførdan Sjúrð, sum bar gullið av heiði.

Skrásetingar av skógarmottuni Ixodes ricinus seinastu 30 árini hava víst eina broyting í títtleika og útbreiðslu. Skógarmottan sæst nú á hægri hæddum, enn áður, og flytir seg norður eftir í stórum pørtum av Evropa, eisini í Føroyum. Spurningurin er, um skógarmotta verður innflutt regluliga til Føroya ella um hon hevur staðsett seg í búfjøldum her. Tann spurningin viðger William Simonsen, lívfrøðingur.

Tað er Fróðskaparfelagið, sum gevur Frøði út.