Skriva út
Lagt út: 19.09.2020

Vøddamøði undir luppinum

Vøddamøði í liðítróttagreinum er evnið í nýggjari grein í altjóða vísindatíðarritinum, Medicine and Science in Sport and Excercise, har Magni Mohr, professari á Setrinum er høvuðsrithøvundi

Greinin er skrivað saman við granskarum úr Danmark, Italia, Portugal og Svøríki.
Orsøkin til, at vøddar møðast av kropsligum arbeiði, er kannað vísindaliga síðan seint í 1800-talinum, og ymisk ástøði eru broytt gjøgnum tíðirnar.

Fysiologar hava í dag nøkulunda skikkað boð uppá høvuðsorsøkirnar til vøddamøði í langtíðararbeiði, so sum í marathonrenning og eisini í stutttíðararbeiði, sum tá runnið verður 100 ella 400 metrar.

Tó vantar framvegis prógv fyri høvuðsgrundunum til vøddamøði í intervalítróttum, sum jú er ein samanrenning av lang- og stutttíðararbeiði.

Ógvuslig nýtsla av glykogeni

Í kanning, har menninir í danska landsliðinum í íshokki vóru royndarpersónar, vórðu vødda- og blóðroyndir tiknar, meðan ein simuleraður dystur varð spældur.

Rørslumynstrið varð staðfest, og leikararnir vórðu eisini kannaðir eftir hvønn triðingsleik (í íshokki eru tríggir leikir, sum hvør varir í 20 minuttir).

Í høvuðsheitum vísa úrslitini, at hóast arbeiðstíðin í einum dysti bert er 15-20 minuttir, so er nýtslan av vøddaglykogeni (sukurgoymslur í vøddakyknum) í øllum sløgum av vøddafiprum ógvuslig.

M.a. varð staðfest, at bæði skjótar og seinar vøddatrevjur eru sera virknar í hesum slagnum av virksemi, og at størsti parturin av báðum sløgum av vøddatrevjum er annaðhvørt fullkomuliga ella næstan púrasta tømdur fyri vøddaglykogen móti dystarloki, tá vøddamøðin eisini er størst.

Stuðul frá granskingarráðnum

- Vøddaglykogen er ikki bara ein orkukelda í vøddakyknuni, men hevur eisini ein stýrandi leiklut soleiðis, at fleiri av mýlfysiologisku skipanunum í kyknuni virka, sum tær eiga, sigur Magni Mohr, verkætlanarleiðari.

- At vøddar tømast fyri vøddasukur eftir 15-20 minuttum av hørðum intervalarbeiði, vísir okkum, at skipanir, sum vit vita hava ávirkan á vøddamøði undir langtíðararbeiði, kanska spæla ein størri leiklut, enn áður hildið í stutt- og miðallongum arbeiði við høgum intensiteti, sigur hann.

Kanningin er stuðlað av Team Danmark og Novo Nordisk Grunninum, men fyrr í ár fekk Magni Mohr stuðul frá Granskingarráðnum til at kanna nærri, hvussu lágt vøddaglykogen ávirkar ymiskar skipanir í vøddakyknuni.

- Næsta fetið er at fáa meira vitan til vega um veruligu orsøkirnar til vøddamøði. Vit fara nú at kanna, hvussu lágt vøddaglykogen ávirkar, og hvussu javnvágin av jónum inni í vøddakyknum verður stýrd undir arbeiði, sigur Magni Mohr, professari og granskari.

Greinin kann lesast her.

Kelda: setur.fo