Skriva út
Lagt út: 21.09.2022

Vitanarveiða í Løkshøll

Tað verða nógv ymisk tiltøk, sum serliga eru ætlað børnum og ungum, á Vísindavøkuni í Løkshøll.

Fyri at eggja øllum at koma runt ymsu støðini og síggja tað, sum er á skránni, skipa vit fyri eini vitanarveiðu. Hon er skipað sum ein kapping við 10 støðum, sum vit viðmæla øllum at vitja.

Støðini eru merkt við QR-kotum, sum kunnu skannast við fartelefon, raðfylgjan hevur ikki týdning. Tá allar 10 koturnar eru skannaðar, ber til at skráseta ein teldupost og vera við í einum lutakasti. Vinningurin er eitt gávukort á 500 kr.

Tey, sum ikki hava fartelefon, kunnu í staðin fáa ein seðil at skriva navnið á teimum 10 støðunum og teldupostin á. Hesin seðil skal koyrast í ein kassa í framsýningarhølinum. Hesi eru eisini við í lutakastinum.

Drigið verður millum øll, sum hava luttikið í vitanarveiðuni, aftaná Vísindavøkuna. Vinnarin verður kunngjørdur á visindavoka.fo og fær eisini beinleiðis boð.