Skriva út
Lagt út: 20.09.2023

Vitan um sjósirm gevur betri veðurforsagnir

Sjósirm hevur stóran týdning fyri veðurlagið, men enn vita vit alt ov lítið um bløðrurnar úr sjónum, ið eru spírar til skýggj í luftini. Bert fáir granskarar í heiminum granska hesa tilgongdina, sum hevur stóra ávirkan á, hvussu veðurlagið verður. Ein teirra er Sigurd Christiansen, sum er adjunktur á Fróðskaparsetrinum.

Sjósirm tekur seg upp, tá aldur bróta, og luft verður blandað í sjógvin. Tað skapar luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitlar við salti og øðrum evnum út í lofthavið.

Bitlar mugu vera í lofthavinum fyri at fáa skýggj, tí væta í luftini má finna eina yvirflatu at leggja seg á, so hon verður til dropar.

- Samspælið millum luftbitlar og skýggj er størsta óvissan í veðurlagsforsagnum, bæði stuttíðar forsagnum og forsagnum longri fram í tíðina.

- Tað er viðurkent, at sjósirm er millum størstu natúrligu keldurnar til luftbitlar í atmosferuni. Men hóast stóra týdningin fyri veðurlagið manglar ein grundleggjandi fatan av, hvussu sjósirm verður til, og av teimum eginleikum, sum hava týdning í sambandi við skýgerð, sigur Sigurd Christiansen.

Størri vitan um sjósirm og luftbitlar fer at gera tað møguligt at siga meira neyvt, hvussu veðurlagið verður um nógv ár.

- Tað, sum vit serliga vilja hava, er betri veðurlagsforsagnir, sum kunnu siga okkum, hvussu veðrið verður um 30, 40 ella 50 ár, sigur hann.

Les grein í Vísindavøkublaðnum um sjósirm her.

Vísindavøkublaðið 2023 sæst her.