Skriva út
Lagt út: 02.02.2010

Vitan á skák - spennandi granskingardagar í SMS


Granskingarráðið skipar í døgunum 15. - 20. februar 2010 fyri einum tiltaki á Torginum í SMS.

Vit fara at sýna fram allar tekningarnar frá teknikappingini ”Tekna ein granskara”, sum endaði í november í fjør. Ein veggur verður, har aktuellar granskingarverkætlanir verða lýstar stutt. Eisini verður ymiskt annað tilfar um føroyska gransking. Framsýningin letur upp mánadagin 15. februar og er alla vikuna.

Fríggjadagin 19. og leygardagin 20. februar skipa vit fyri tiltøkum fyri stór og smá, sum lýsa gransking á ymsan hátt, bæði til gamans og álvara.

Fleiri av okkara granskarum koma at siga frá um sína gransking og hvat úrslitini kunnu brúkast til. Hetta verður gjørt við samrøðum, framløgum, filmum og øðrum. Vit fara at hava fleiri kappingar og eisini sleppa fólk at royna ymisk granskingaramboð og gera ymsar royndir.

Ein teknikrókur verður, har børn kunnu tekna ein granskara ella okkurt annað, meðan tey vaksnu kunnu hoyra granskararnar ella royna seg við onkrum uppgávum. Bólkurin Pixel, sum hevur prýtt Sirkus Føroyar, fer at mála sítt boð uppá, hvat ein granskari er og ger.

Við framsýningini og tiltøkunum vilja vit varpa ljós á føroyska gransking og koma við nøkrum boðum uppá:
• hvat gransking er
• hví vit granska
• hvussu mann kann blíva granskari
• hvussu mann (kann) granskar
• hvør granskar í Føroyum og hvar føroyingar granska
• hvat vit granska í Føroyum og hvat føroyingar granska
• hvat vit brúka granskingina og úrslitini til

Endamálið við tiltakinum er at kunna um og kveikja áhugan hjá føroyingum flest fyri gransking og granskingarúrslitum.

Neyvari skrá fyri tiltakið verður at síggja á heimasíðuni og á Torginum í SMS, tá framsýningin letur upp.