Skriva út
Lagt út: 15.02.2010

Vitan á skák er nú á Torginum

Granskingardagarnir á Torginum í SMS eru nú farnir av bakkastokki.

Frá mánadegi 15. februar er framsýning við:
  • 222 barnatekningum
  • 90 lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum
  • almennari kunning um gransking
Myndir frá uppsetingini av framsýningini eru at síggja her.

Fríggjadagin 19. og leygardagin 20. februar verða tiltøk á skránni:
  • Granskarar hava stuttar framløgur um sína gransking
  • Kappingar fyri børn og ung – vinningar verða gávukort úr Rit & Rák
  • Møguleiki at royna ymisk granskingaramboð og lutir
  • Bólkurin Pixel málar sítt boð uppá føroyska granskaran anno 2010
  • Kaffi-/saftkrókur við bløðum um vísindi og gransking til børn og vaksin
  • Teknikrókur fyri børn
Meira er at frætta um tiltakið í innslagnum í morgunsendingini hjá Kringvarpinum, sum var send týsmorgunin kl uml 8.30. 

Tak innslagið niður her ella lurta beinleiðis á netinum á síðuni hjá Góðan morgun Føroyar.