Skriva út
Lagt út: 30.08.2011

Vitaminir forða, at børn verða ov tíðliga fødd

Ein nýggj kanning hevur fyri fyrstu ferð víst, at vitaminískoyti dagliga minkar um vandan at eiga ov tíðliga

Kvinnur, sum eta vitaminir regluliga 4 vikur áðrenn gitnað og 8 fyrstu vikurnar av viðgongutíðini, eru í minni vanda fyri at eiga áðrenn 37. viku. Tað er sannlíkt eitt gott hugskot at eta vitaminískoyti, um tú ert við barn. Hetta minkar um vandan at eiga ov tíðliga við 16 prosentum. Hetta er niðurstøðan hjá donsk/amerikanskum granskingarbólki við m.ø. Sjúrði F. Olsen professara í vísindatíðarritinum American Journal of Clinical Nutrition.

Einastandandi úrslit
Úrslitini eru frá eini nýggjari, stórari kanning, sum kallast ”’Betri heilsa fyri móðir og barn”, og virknaðurin sæst hjá kvinnum, sum beint undan gitnaði og fyrstu 12 vikurnar av viðgongutíðini eta vanligar multivitamintablettir.

”Hetta er eitt einastandandr úrslit, sum ikki er sæð í øðrum kanningum. Tað finnast heldur ikki aðrar so stórar kanningar sum hendan,” sigur Sjúrður F. Olsen, yvirlækni á Statens Seruminstitut, sum er ein av rithøvundunum av vísindagreinini.

Ávirkanin ikki tann sama, um tú vigar ov nógv
Kanningin byggir á svar frá næstan 36.000 komandi donskum mammum. Samanberingin var millum kvinnur, sum ótu vitaminir fýra til seks ferð um vikuna í 12 vikur, og kvinnur, sum ikki ótu vitaminir.
Úrslitið vísti, at tað bara er hjá kvinnum við miðal vekt, at vandin fyri at eiga ov tíðliga minkaði. Hjá kvinnum við BMI (body mass index) omanfyri 25 sóust ikki somu góðu úrslit.

Hinvegin minkaði vandin hjá bæði kvinnum við miðal vekt og kvinnum við høgari vekt, fyri at eiga eitt barn, sum er lítið í mun til longdina á viðgongutíðini, við 20 prosentum av at eta vitaminir.

Enn vilja granskararnir ikki alment viðmæla kostískoyti
Granskararnir eru varnir og vilja enn ikki viðmæla myndugleikunum at biðja kvinnur, sum royna at gerast við barn ella sum júst eru vorðnar við barn, eta vitaminir.

”Mann eigur at vera sera varin við at biðja fólk broyta livihátt orsakað av einstøkum granskingarúrslitum. Okkara úrslit skulu roynast og váttast av øðrum fyrst,” leggur Sjúrður F. Olsen dent á.

Hann leggur afturat, at nøgdin av vitaminum og mineralum, sum eru í eini multivitamintablet, er púra vandaleys, og tí kann hann viðmæla eini tilráðing um at eta vitaminir fyri at kenna seg ivaleysa.

Næsta stig verður at kanna, hvørjar vitaminir og hvørji mineralir hava bestu ávirkanina á barnakonur og fostrini.

Keldur: videnskab.dk og ing.dk 
Mynd: Fødevarestyrelsen 

Les um Sjúrð F. Olsen í Heilagrunninum