Skriva út
Lagt út: 21.08.2015

Vit undrast á, at so lítil dentur verður lagdur á gransking

Granskingarráðið hevur lisið valskráirnar hjá flokkunum fyri at vita, hvat verður skrivað beinleiðis um gransking og tað er sum heild hvørki serliga umfatandi ella serliga ítøkiligt.

Tað er eftir okkara tykki undrunarvert, at so lítil dentur verður lagdur á gransking til hetta valið, tí breið semja hevur verið um, at íløgur í gransking eru týdningarmiklar fyri framhaldandi vøkstur.
Samfelag okkara stendur eins og allur heimurin fyri ovurstórum avbjóðingum. Fólkatal við skeivum aldursbýti, vaksandi trýst á heilsuverkið, krøv um burðardygga tilfeingisumsiting, veðurlagsbroytingar og økt sosialt spenni millum fólk í Føroyum eru nøkur av átrokandi evnunum, sum politiska skipanin má fyrihalda seg til. Hesi evni eru øll aktuell og umrødd í valstríðnum, men gransking verður nærum ikki nevnd í hesum samanhanginum.

Granskingarráðið lat á vári 2013 landsstýrinum “Tilmæli - ætlan um verksetan og fokusøki” av yvirskipaða granskingarpolitikkinum Vitan & Vøkstur, sum varð samtyktur av Vísindaráðnum á fundi 28. januar 2011. Hann skuldi vera galdandi fyri tíðarskeiðið 2011-2015. Tilmælið um verksetan var úrslit av drúgvum arbeiði, har granskingarstovnar og granskarar vóru við í allari tilgongdini.

Í tilmælinum varð mælt til at raðfesta gransking á hesum fokusøkjum:
• Hvussu fyrireika vit okkum at standa ímóti avleiðingum av veðurlagsbroytingum?
• Hvaðani fáa vit orku í framtíðini?
• Hvussu umsita og gagnnýta vit best tilfeingið í havinum?
• Hvussu gagnnýta og menna vit okkara tilfeingi til nýggjar og fleiri vinnugreinar?
• Hvussu finna og gagnnýta vit vitan um heilsu hjá menniskjanum?
• Hvussu búgva vit fólkið til framtíðar avbjóðingar?

Politiska skipanin skal og kann skapa karmarnar fyri framtíðar Føroyar, har hesar avbjóðingar vera lyftar og rákið vent, so Føroyar verða eitt betri, sterkari og burðardygt samfelag, har rúm er fyri øllum borgarum landsins, har tað legst afturat á øllum økjum og har fjølbroytni er stóra styrkin.

Hóast alt Landsstýrið var partur av Vísindaráðnum, sum samtykti granskingarpolitikkin, og tilmæli um verksetan varð latið Landsstýrinum, so er at kalla eingin raðfesting av gransking á fokusøkjunum, og játtanin til gransking er ikki økt, við undantakið av at Sjúkrakassafæið var sett av til heilsugransking.

Eftir okkara tykki kann ein munandi almenn satsing uppá gransking:
• Seta ferð á eina menning, so vit fáa økt um virðini í framleiðsluvinnuni og styrkt kappingarføri
• Skapa gróðrarlíkindi fyri, at nýggjar fyritøkur og vinnur kunnu kveikjast úr verandi virksemi
• Skapa tíðarhóskandi vitanarstørv, sum gevur samfelagnum serfrøðingar á nógvum økjum, hvørs vitan og íblástur uttan úr heimi og innlit í okkara samfelag kann kveikja og skapa á øllum hugsandi økjum
• Økja um tilflyting av vælútbúnum fólkum
• Skapa karmar fyri, at onnur eisini gera íløgur í gransking, bæði vinnan í Føroyum og altjóða keldur, sum t.d. ES-granskingarskráin og stórar vinnufyritøkur

Okkum tørvar gransking at lyfta stóru samfelagsavbjóðingarnar. Hendan gransking skal vera málrættað og arbeiðast má tvørvísindaligt. Endamálið er at skapa vøkstur, vælferð, tíðarhóskandi arbeiðspláss og trivnað fyri borgarar landsins.

Tilmælið, sum varð latið politisku skipanini til viðgerðar og støðutakan, varð grundað á eina felags fatan av og visión um gransking sum amboð at menna samfelagið. Ynskiligt hevði verið at sæð hesa fatan og hendan samfelagstørv greiðari ásannaðan í valskráunum og valkjakinum hjá flokkunum.

Guðrið Andorsdóttir
forkvinna í granskingarnevndini