Skriva út
Lagt út: 18.12.2012

Vit fáa meira fyri minni

Føroyar hava síðani 2010 luttikið í ES granskingarsamstarvi, sum kallast 7. rammuskráin. Um eitt ár endar hendan rammuskráin og avloysarin Horizon 2020 tekur við. Kjak hevur verið um, hvørt Føroyar eiga at halda fram í hesum samstarvinum. Niðanfyri eru nakrar hugleiðingar aftaná fund í Brussel fríggjadagin í farnu viku.

Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, og føroyskt NCP umboð fyri økið Environment

Á veg úr fundarhølinum koma vit at skifta orð við íslendska umboðið. Vit hava verið á fundi allan dagin; eg sum føroyskt umboð í fylgibólkinum fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking í 7. rammuskránni, og Gunnvør á Norði sum luttakandi serfrøðingur. Íslendska umboðið hevur hoyrt okkurt tos um, at føroyska luttøkan í komandi granskingarætlanini hjá ES, Horizon 2020, er óviss. Eg játtaði, at eg onkuntíð fyrr hevði gjørt henni greitt, at vit vóru ikki sjálvsagdur partur í komandi rammuskránni, tí uppskotið, sum tá lá á borðinum, nevndi ikki Føroyar sum luttakandi. Men eg hevði so síðani skilt av onkrum øðrum, sum sat nærri at valdinum, at hetta skuldi neyvan blíva nøkur verulig forðing. At tað so møguliga kann vísa seg, at tað verða aðrir snávingarsteinir, er so ein onnur søk. Eg vóni tó, at neyðuga undirtøkan fyri føroyskari luttøku í Horizon 2020 er, ella kann fáast til vega. Eg eri sjálv millum tey, sum hava luttikið í eini umsókn um granskingarstuðul í 7. rammuskránni. Vit fingu tíverri ikki pengarnar, tí ein býttur fótfeilur í sambandi við inntøppingina av umsóknini á web-portalinum forðaði fyri tí. Hugskotið var kortini gott, og vit hava ikki slept hvørki ætlanini um at fremja ta granskingarætlanina ella samstarvsfelagunum frá miseydnaðu royndini. Og fyri uml. tveimum vikum síðani endurnýttu vit partar av upprunaliga hugskotinum í FP7 umsóknini og partar av samstarvsbólkinum í einari umsókn, sum fór til svenskt granskingarráð. Ikki bar til at fáa alla verkætlanina inn í henda svenska pendantin, og tað er ikki so undarligt, tí tey fokusera í fyrstu syftu uppá, hvat teirra myndugleikar hava tørv á at vita um svenska umhvørvið, og hava minni áhuga í sovorðnum, sum fyriferst bara í norðureystur Atlantshavinum og ikki í teirra heimliga Eystrasalti. Ikki kunnu vit brigsla teimum, at tey ikki vilja gjalda til sovorðið, sum hevur serligan áhuga hjá okkum, tá ið vit eru gratispassagerar, sum í hesum førinum. Hevði talan verið um eina ES umsókn, so høvdu vit gjarna kunna staðið uppá okkara krøv um at fáa greinað umhvørvið hjá okkum. Serliga hevði ligið væl fyri hjá okkum, um vit tá eisini høvdu kunnað allierað okkum við Ísland og kanska Írland, Norra og Skotland við. Og tað kunnu vit, tá ið vit eru í einum felags granskingarsamstarvi við ES.

Ein fesk uppgerð frá Granskingarráðnum vísir, at 14 umsóknir við føroyskari luttøku hava fingið játtan frá ES í tíðarskeiðinum 2010-2012, og hevur hetta givið eina upphædd uppá góðar 17 mió. kr. at arbeiða fyri. Í sama tíðarskeiði hava vit sent 24 mió. kr. hin vegin fyri okkara luttakaragjald; ein afturbering uppá 72% má sigast at vera gott fyri eina byrjanarfasu, ikki minst tá hugsað verður um, at fyrsta árið var hálvrunnið, tá avtalan varð undirskrivað.
 
Annars høvdu vit skift orð fyrr í døgurðasteðginum tann dagin við norskar starvsfelagar um arbeiðið hjá ES við at fáa samskipað alla gransking í øllum limalondunum - eitt arbeiði, eg ikki hevði bara jaligar viðmerkingar til, men meira um tað eina aðru ferð. Tá helt norski starvsfelagin fyri, at sum umboð fyri stovn, sum fíggjaði gransking, so sá hann avgjørt bara fyrimunir við ES granskingarsamstarvinum. Hann helt heilt einfalt, at hann fekk nógv meira burturúr hvørjum einstøkum granskara, sum luttók í altjóða granskingarsamstarvi - og fekk sostatt meira fyri minni, sum man sigur í dag. Tískil er partur av strategiini í norska granskingarsamstarvinum, eins og í Spania, Hollandi, Svøríki, Danmark og fleiri øðrum londum, aktivt at stuðla undir at ES granskingarætlanir og ES granskingarraðfestingar verða framdar og enntá við eyka stuðli frá nationalum granskingargrunnum. Eg skrivi eyka stuðli, tí sjálvandi hava øll lond, sum kunnu fáa stuðul úr ES til granskingarverkætlanir, frammanundan koyrt pengar í ein felags pott. Men aftur til starvsfelagan í Norra; í greiðari talu var endamálið við virkna stuðlinum til ES granskingarsamstarvið at menna nationala granskingarumhvørvið, tí við at leggja soleiðis til rættis (money talks, sum hann segði), at granskarar luttóku í samstarvi við partar í øðrum londum, so fingust betri granskarar! Hervið er ikki sagt, at føroysku granskararnir ikki halda mát - tí tað vita vit: Vit hava sera dugnaligar og altjóða viðurkendar granskarar her á klettunum, men eg haldi eg tori at siga, at vit hava eitt stórt potentiali fyri at blíva betri - bæði við at menna verandi granskararumhvørvi og við at styrkja um talið av teimum, sum fáast við gransking og menning heima hjá okkum. Um onkur heldur, at vit kunnu liggja í kjalarvørrinum hjá øðrum og lata tey slóða vegin, so er tað partvíst rætt, men so verða tað eisini tey somu, sum slóða vegin, ið seta premissirnar og sum gera av, hvat vit sleppa at fáa vitan um, og hvør annar skal sleppa upp í part og vinna pengar uppá teirra strev.
 
Mynd: Program komitein fyri umhvørvis og veðurlagsgransking í 7. rammuskránni á fundi 14.12.2012. Myndin er tikin í samband við at Manuela Soares, sum seinastu 6 árini hevur verið leiðari fyri Umhvørvisdeildina á Directorate General fyri Gransking og Menning, fer í annað starv í ES kommissiónini. Uttast til høgru standa Gunnvør á Norði og Maria Dam.