Skriva út
Lagt út: 12.09.2022

Vísindavøkublaðið 2022 á netinum

Fríggjadagin kom eitt serligt Vísindavøkublað út saman við Vikuskiftissosialinum. Blaðið kann lesast í pdf-útgávu her

Ein samrøða er við Karin Margrethu H. Larsen, deildarleiðara á Havstovuni, um hitamátingar á landgrunninum í 100 ár. Hesar vísa, at sjógvurin hitnar og at fleiri fiskasløg, serliga toskur og nebbasild, mistrívast av hesum.

Samrøða er eisini við Pál Weihe, professara og leiðara, um tilfar frá kanningum, sum er savnað í kohortur á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu. Kanningar av meira enn túsund føroyskum børnum hava avdúkað, at kviksilvur er skaðiligt fyri nervalagið. Føroysku kanningarnar hava havt stórar avleiðingar bæði í Føroyum og úti í heimi.

Fleiri samrøður eru um stóru taraverkætlanin SeaMark, sum Ocean Rainforest stendur á odda fyri. Hendan verkætlanin hevur fingið játtað 70 mió. kr. í stuðli frá Horizon Europe.   

Samrøður og tilfar er frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.

Eisini eru greinar um verkætlanir, sum júst eru farnar í gongd við stuðli frá Granskingarráðnum.

Skráðin fyri Vísindavøkuna 23. september í Løkshøll og Vísindavøku á ferð er eisini í blaðnum.

Vísindavøkan er sprotin úr europeiska tiltakinum Researchers' Night, sum plagar at fara fram sama dag í fleiri enn 350 europeiskum býum.   

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis. 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.