Skriva út
Lagt út: 25.10.2020

Vísindavøkublaðið 2020 á netinum

Fríggjadagin kom eitt serligt Vísindavøkublað út saman við Vikuskiftissosialinum. Blaðið kann nú eisini lesast í pdf-útgávu her

Í blaðnum eru fleiri greinar um koronugransking í Føroyum. M.a. eru samrøður við Mariu Skaalum Petersen, sum granskar seinárin hjá teimum, sum hava havt koronu, við Debes H. Christiansen um neyvari elting av smittuslóðum, og við Jan Jensen um, hvussu korona gav rúmd til tankar um trúgv.  

Kunning er eisini um skránna fyri Vísindavøkuna 6. november í Kongshøll og um Vísindavøku á ferð, sum byrjar mánakvøldið 26. oktober kl. 19 við Løkin í Runavík, og sum verður í Hovi, í Klaksvík, og í Sørvági komandi dagarnar.

Vísindavøkan er sprotin úr europeiska tiltakinum Researchers' Night, sum plagar at fara fram sama dag í fleiri enn 350 europeiskum býum. Í ár er tiltakið seinni enn vant orsakað av koronufarsóttini.  

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis. Tó krevst tilmelding til framløgurnar í Kongshøll. 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.