Skriva út
Lagt út: 18.09.2018

Vísindavøkublaðið 2018 á netinum

Fríggjadagin kom eitt serligt Vísindavøkublað út saman við Vikuskiftissosialinum. Blaðið kann nú eisini lesast í pdf-útgávu her

Í blaðnum eru m.a. greinar um tvær vinnu ph.d.-verkætlanir, sum hava fingið stuðul frá eini serligari skipan undir Granskingargrunninum. Eisini eru samrøður við Pál Weihe, Jóhonnu Lava Køtlum, Ian Salter og Eriku Hayfield um aktuella gransking í Føroyum. Í Vísindavøku granskara vox pop eru stuttar lýsingar av 10 yngri granskarum í Føroyum.

Kunning er eisini um Vísindavøku á ferð, sum byrjaði mánadagin 17. september á Tvøroyri og sum verður í Runavík, á Sandi, í Sørvági og í Klaksvík komandi dagarnar.

Tann 28. september verður Vísindavøkan 2018 í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

Vísindavøkan er sprotin úr europeiska tiltakinum Researchers' Night, sum fer fram sama dag í fleiri enn 340 europeiskum býum.

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.