Skriva út
Lagt út: 19.09.2017

Vísindavøkublaðið 2017 í hvørt hús og á netinum

Tilfeingi er evnið á ársins Vísindavøku, sum er tann 10. í røðini. Mikudagin verður eitt serligt Vísindavøkublað borið út hvørt hús í Føroyum saman við Sosialinum. Blaðið kann eisini lesast í pdf-útgávu her

Í blaðnum eru m.a. greinar um granskingina hjá Paulu Gaard av bókaummælum, um ílegugreiningar sum Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu ger av sild, og um, hvussu Eyðfinn Magnussen heldur, at leikvísindi kunnu hjálpa granskarum. Her er samrøða við Tórheðin J. Jensen, sum heldur, at íborin vitan skal gagnnýtast betur. Eisini er samrøða við Jacob Eli Olsen, lærara, sum heldur, at Landsroyndirnar køva áhugan hjá børnum at granska. Kári Sólstein sigur frá, hvussu honum fámar at skeikla fatanina hjá fólki.

Nakrir granskarar siga frá, hvønn týdning fíggjarstuðul til granskingarverkætlanir teirra hevur havt fyri teirra starvsleið. Umrframt hetta er ymiskt um undanfarnar Vísindavøkur og skráin fyri komandi Vísindavøkuna.

Vísindavøka á ferð bæði suður og norð

Í hesum døgum eru fyrilestrar kring alt landið í átakinum Vísindavøka á ferð, sum er skipað á triðja sinni. Tilsamans eru fleiri enn 50 fyrilestrar í tíðarskeiðnum 13.-28. september. Skráin sæst her Eisini ber til at fylgja við á okkara Facebook síðu

Vísindavøkan verður 29. september
Við evninum Tilfeingi sum felags evni fer granskingarumhvørvið at bjóða almenninginum á Vísindavøku 29. september frá kl. 8 á morgni til kl. 18 í Reinsarínum, Perluni og á Perlutorginum. Her verður høvi at hoyra, síggja, smakka, lukta og royna ymiskt, sum hevur samband við føroyska gransking. Eisini eru 13 stuttar framløgur um alt frá skerpikjøtsbakterinum og tara, hjartasjúkum og tarmbruna til trúgv, tøgn og talufrælsið.

Vísindavøkan er sprotin úr europeiska tiltakinum Researchers' Night, sum fer fram sama dag í fleiri enn 300 europeiskum býum.

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.