Skriva út
Lagt út: 30.03.2022

Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll

Í 2022 verður Vísindavøkan hildin í Løkshøll. Tað hava stovnarnir, sum skipa fyri, gjørt av í gjár.

Vísindavøkan verður hildin fríggjadagin 23. september frá morgni til seint seinnapart.

Á skránni verða framløgur, tiltøk og framsýningar bæði inni og úti. 

Umframt tiltøkini í Løkshøll verður Vísindavøkan eisini á ferð aftur við framløgum, hesuferð væntandi í Klaksvík, á Kambsdali, í Vestmanna, í Sørvági, í Havn, á Sandi og í Suðuroy.

Meira verður at frætta um ársins evni og og tiltøkuni í næstum.

Tiltakið er alment og ókeypis. 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.