Skriva út
Lagt út: 10.09.2010

Vísindavøka í Vágsbotni - tiltøk til stór og smá


Granskingarráðið skipar aftur í ár fyri Vísindavøku. Tiltakið verður 23. og 24. september frá kl. 16 til 21 í hølunum hjá Granskingarráðnum í Vágsbotni, á Fiskatorginum og í Perluni. Umframt hetta, hava søvnini í býnum eisini opið hesar báðar dagarnar.

Hetta er triðja árið, at Granskingarráðið skipar fyri Vísindavøku. Vit fara at skipa tiltakið nakað øðrvísi enn undanfarnu árini. Á skránni eru fleiri tiltøk, sum á ymsan hátt sjónliggera gransking í Føroyum og aðrastaðni og vísa dømir um, hvussu vit brúka granskingarúrslit í gerandisdegnum. Endamálið er kunna um og kveikja áhugan hjá føroyingum flest fyri gransking og granskingarúrslitum.

Í Perluni vera styttri framløgur um alt millum himmal og jørð, m.a.: Stjørnuhimmalin, eldgos, heilsu, E-tilfeingi, ull, vekingarrørslur, laksaaling og ruskskiljing.

Í Vágsbotni vera m.a. First Lego League royndir, OilSim skeið, sýnisroyndir, teknikrókur og ymsar framsýningar. Tilfar frá tiltakinum “Vitan á Skák” í SMS fyrr í ár verður at síggja aftur, umframt annað kunningartilfar um føroyska gransking.

Skipað verður fyri gongutúri út at síggja Spor í Tinganesi og um viðrar verður stjørnukiking.

Fiskasuppa frá Birgiri Enni fæst til keyps og møguleiki er at keypa sær okkurt leskandi á kafe’unum í grannalagnum, sum allar hava opið hesar dagarnar.

Vísindavøkan er partur av tiltakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Evropa. Endamálið við European Reserachers’ Night er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tak niður tilfar um Vísindavøkuna:
Tíðindi og skrá fyri Vísindavøkuna 2010

Plakat Vísindavøka 2010

Lýsing av søvnunum og kort - kemur seinni

Les eisini  um Vísindavøkuna 2009