Skriva út
Lagt út: 24.09.2008

Vísindavøka fríggjakvøldið

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 26. september savnast fólk í býum kring alt Europa til Researchers' Night. Endamálið við tiltakinum er at økja um áhugan fyri gransking. Eisini í Føroyum verður eitt tiltak hildið í sambandi við Researchers' Night. Í Føroyum hevur tiltakið fingið heitið Vísindavøka, og tað er Granskingarráðið, sum skipar fyri.

Vísindavøkan verður hildin á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð í Havn fríggjakvøldið 26. september klokkan 19.30.

 

Vísindavøkan er fyri alla familjuna. Tey størru hava høvi at lurta eftir áhugaverdum og fjølbroyttum framløgum um gransking, meðan tey smærru kunnu síggja og royna frálíku framsýningarnar um fuglar, fiskar, blómur og annað, sum eru gjørdar klárar til árliga Heystfagnaðin í oktober.

 

Tað verða Eyðun Andreassen, professari, Maria Skaalum Petersen, Ph.D. lesandi og Dánjal Jákup Jacobsen, Ph.D. og stjóri, sum fara at greiða frá um, hvat tey fáast við í síni gransking.

 

Eyðun Andreassen er professari á Fróðskaparsetri Føroya, har hann granskar í munnligari frásøgulist, í søgnum og ævintýrum umframt í kvæðum. Hann heldur framløgu við heitinum Fólkslig mentan sum granskingarevni.

 

Maria Skaalum Petersen er Ph.D. lesandi við Syddansk Universitet. Hon heldur framløgu við heitinum Parkinssons sjúka og umhvørvið. 

 

Dánjal Jákup Jacobsen er Ph.D. í sivilverkfrøði og stjóri í fyritøkuni Decision3. Dánjal Jákup heldur framløgu um granskingargrundaða virksemið hjá Decision3.

Eisini verður tilfar at fáa um ES-gransking.