Skriva út
Lagt út: 16.09.2014

Vísindavøkublaðið í hvørt hús

Vísindavøkublaðið verður borið í hvørt hús í Føroyum saman við Sosialinum mikudagin 17. september. Í blaðnum, sum er 16 síður, eru greinir um spennandi granskingarverkætlanir og um Vísindavøkuna 2014, sum verður fríggjadagin 26. september á granskarasetrinum iNOVA.

Í blaðnum eru seks greinir um granskarar, ið arbeiða við nýggjum granskingarverkætlanum. Samrøður eru millum annað við Rudi Kollslíð, serlækna í hjartasjúkum, ið fer at kanna kolesterol hjá øllum føroyingum. Hans Harryson, fólkaskúlalærari og cand. ped. í pedagogiskari sálarfrøði, greiðir frá granskingarverkætlan, ið skal lýsa, hvussu sambandið millum læraraútbúgvingina og lærarayrkið kann verða betri. Og Ann Sølvia Lydersen Jacobsen, fornfrøðingur, sigur frá ætlan síni at finna nýggjar víkingagravir í Føroyum.

Serligur dentur verður lagdur á at lýsa virksemið á nýggja granskarasetrinum iNOVA, sum verður karmur um Vísindavøkuna í ár. Stjórin á iNOVA, Janus Vang, greiðir frá nógvu møguleikunum, sum framkomna útgerðin og samstarvið millum granskarar og vinnulív geva. Og Maria Dam, granskari og deildarleiðari, á Umhvørvisstovuni, sigur frá nýggjari verkætlan, sum skal geva granskarum og øðrum starvsfólkum á Inova teir førleikar, ið skulu til fyri at gera kanningar í Føroyum, sum nú bert kunnu gerast aðrastaðni.

Greinir um tiltøkini á Vísindavøkuni og skráin fyri dagin eru í blaðnum, og stuttar lýsingar eru av øllum granskingarstovnunum, sum eru við.

Vísindavøkan er partur av European Researchers' Night, sum fer fram sama dag í fleiri enn 300 evropeiskum býum. Í fjør vóru meira enn 2.000 fólk á Vísindavøku.

Vísindavøkublaðið kann eisni lesast her

Les meira um Vísindavøkuna her