Vísindavøkublaðið 2026 er útkomið
Vísindavøkublaðið 2026 kom út saman við Vikuskiftissosialinum 11. september.
Í blaðnum eru greinar um gransking og vísindi. Greinar eru millum annað um CO2-goymslur í basalti, sum kunnu gera Føroyar CO2-neutralt, um íleguberarakanningar, ið kunnu fyribyrgja, at børn verða fødd við deyðiligari sjúku, og um føroyskar pensjónistar, ið arbeiða nógv longri enn fólk aðrastaðni.
Samrøður eru eisini við m.a. Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í granskingarmálum, Drós í Ólavsstovu, ráðgeva í Mat- og tilfeingishúsinum, Debes H. Christiansen, leiðara fyri fiska- og djórasjúkudeildina á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og Marina Theodoru Skaalum Joensen, lesandi í matvørutøkni á DTU og á lívtøknifyritøkuni Novonesis.
Greinar eru harumframt um nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan og um nýggjar verkætlanir, ið hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum.
Bjørt Samuelsen, journalistur, hevur skrivað flestu greinarnar í blaðnum. Dagmar Joensen-Næs hevur ritstjórnað.
Vísindavøkublaðið verður givið út í sambandi við Vísindavøkuna, ið verður fríggjadagin 25. septembur í Sjóvinnuhúsinum í Havn.
Skráin fyri Vísindavøkuna í Sjóvinnuhúsinum og fyri Vísindavøkuna á ferð, ið verður frá 14.-21. septembur, er eisini í blaðnum.
Blaðið kann lesast her
