Visindavokubladid 2025
Skriva út
Lagt út: 15.09.2025

Vísindavøkublaðið 2025 er útkomið

Vísindavøkublaðið 2025 kom út saman við Vikuskiftissosialinum 12. september. 

Í blaðnum eru greinar um gransking og vísindi. Greinar eru millum annað um mótstøðuførar bakteriur frá kloakkunum, um nýggjar undirvísingarhættir í støddfrøði, um vantandi kunnleika til vitlíki og um støðuna í USA og avleiðingarnar fyri Føroyar.

Her eru samrøðu við fleiri granskarar, m.a. Peter Freere, sum er nýggjur dekanur á Náttúruvísidnadeildini, og við Unn Laksá, stjóra í Sjókovanum.

Greinar eru eisini um nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan og um nýggjar verkætlanir, ið hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum og NordForsk.

Vísindavøkublaðið verður givið út í sambandi við Vísindavøkuna, ið verður 26. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

Skráin fyri Vísindavøkuna í Sjóvinnuhúsinum og fyri Vísindavøkuna á ferð, ið verður frá 15.-22. september, er eisini í blaðnum.

Blaðið kann lesast her