Skriva út
Lagt út: 08.09.2019

Vísindavøkublaðið 2019 á netinum

Fríggjadagin kom eitt serligt Vísindavøkublað út saman við Vikuskiftissosialinum. Blaðið kann nú eisini lesast í pdf-útgávu her

Í blaðnum eru m.a. samrøður við Chik Collins, sum júst hevur tikið við sum rektari á Fróðskaparsetrinum, við Magna Mohr og Eilif Gaard um raðfesting av gransking í Føroyum og um altjóða granskingarsamstarv. Qin Xin, professari í Kunningartøkni greiðir frá, hvussu tað er at koma út útlondum til Føroya at arbeiða, og Gunnvør á Norði

Kunning er eisini um Vísindavøku á ferð, sum byrjar mánadagin 9. september í Sørvági og sum verður í Runavík, í Klaksvík, og í Trongisvági komandi dagarnar.

Tann 20. september verður Vísindavøkan 2019 í Sjóvinnuhúsinum í Havn við 17 stuttum framløgum, framsýningum og tiltøkum fyri stór og smá.

Vísindavøkan er sprotin úr europeiska tiltakinum Researchers' Night, sum fer fram sama dag í fleiri enn 340 europeiskum býum. Í ár er tiltakið eina viku fyrr enn aðra staðni.

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.