26Sep25 84A8485
Skriva út
Lagt út: 21.10.2025

Vísindavøkan í Kringvarpinum

Kringvarpið fer nú undir at senda framløgur frá Vísindavøkuni 2025, ið varð hildin í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 26. september. Fyrsta framløgan verður í kvøld kl. 19.30 - beint eftir Dag og Viku og Veðrið. 

Í kvøld verður tað Tróndur Møller Sandoy, adjunktur í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, ið fer at greiða frá eini granskingarverkætlan, ið greinar, um floksfelagar hava ávirkan á yrkisleiðirnar hjá hvørjum øðrum. Úrslitini av hesi verkætlan vísa, at sambondini millum floksfelagar hava stóran týdning fyri, hvar lesandi fáa arbeiði, og hvussu nógv tey fáa í løn. Hesar ávirkanirnar eru galdandi nógv ár eftir lidnan lestur. 

Framløgur frá Vísindavøkuni verða á skránni hjá Kringvarpinum átta týskvøld fyri jól. Tólv framløgur verða sendar eftir jól.