Framlogur Visindavoka
Skriva út
Lagt út: 09.11.2026

Vísindavøkan 2026 í Kringvarpinum

Kringvarpið er nú farið undir at senda framløgur frá Vísindavøkuni 2026. Fyrsta framløgan var týskvøldið, tá Jens Christian Svabo Justinussen greiddi frá stóru kreppuni í 1990unum og fólkaræðinum í Føroyum. 

Átta sendingar við framløgum frá Vísindavøkuni verða í Kringvarpinum í heyst. Aðrar átta framløgur verða sendar í vár. 

Vísindavøkan er á skránni í Kringvarpinum beint eftir Dag og viku hvørt týskvøld. 

Sendingarnar frá Vísindavøkuni eru eisini at síggja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum her: Vísindavøka – fyrilestrar | Kringvarp Føroya