2024 09 27 09.40.29 1
Skriva út
Lagt út: 20.08.2025

Vísindavøkan 2025 nærkast

Um ein góðan mánað verður aftur Vísindavøka. hon verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 26. september frá kl. 8.30 - 16.

Á skránni verða 20 framløgur í Kongshøll við granskarum á ymiskum granskingarstovnum. Eisini verða tiltøk av ymiskum slagi á Svalanum og uttanfyri. 

Endamálið við Vísindavøku er at kunna um tað, sum fyriferst á granskingarøkinum í Føroyyum og at kveikja áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Vísindavøkan 2025 er tann 18. í røðini, sum Granskingarráðið og granskingarstovnarnir skipa fyri.  

Skráin fyri Vísindavøkuna sæst her.