Skriva út
Lagt út: 20.06.2019

Vísindavøkan 2019 verður um ARV

Evnið fyri ársins Vísindavøku verður ARVUR. Fríggjadagin 20. september fara granskarar og onnur starvsfólk frá granskingarstovnum í Føroyum at hava framløgur, framsýningar og tiltøk, sum á ymsan hátt snúgva seg um ARV. Evnið verður tulkað í víðastu merking. Endamálið er at fáa tey vitjandi at undrast, seta spurningar og kveikja hugsanir framyvir.

Vísindavøkan 2019 verður á øðrum sinni í Sjóvinnuhúsinum. Tiltakið er í fleiri pørtum til ymsar málbólkar. Tiltakið verður væntandi frá kl. 8 til langt út á seinnapartin.

Kongshøll

Í Kongshøll, fyrilestrarhølinum á 4. hædd, verða stuttar framløgur frá granskarum frá ymsu stovnunum. Eisini verður snarrøðu-kapping aftur. Hetta varð roynt á fyrsta sinni í fjør, og riggaði sera væl. Onkur onnur tiltøk verða helst eisini í Kongshøll.

Tiltøkini í Kongshøll eru serliga hugsað til lesandi á Fróðskaparsetrinum, miðnámi og møguliga til Nám X og 10. flokkarnar kring landið, men øll eru vælkomin.

Svalin

Á svalanum á aðru hædd verða ymisk tiltøk og framsýningar. Her er høvi at hitta granskarar, spyrja og royna ymiskt. Væntandi verður matstovan Silo opin, tá Vísindavøkan er. Har er høvi at seta seg niður og keypa okkurt at eta og drekka.

Tiltøkini á svalanum eru hugsað til almenning, lesandi og skúlanæmingar frá umleið 5. flokki.

Tiltøk fyri børn uttanfyri

Á parkeringsøkinum frammanfyri Sjóvinnuhúsið verða ymisk tiltøk. Næmingar og lærarar á Glasi fara at endurtaka tiltøkini í teltinum, sum plaga at fáa sera góða móttøku. Tey gera ymsar forvitnisligar og undirhaldandi royndir, har børn og barnsligar sálir eisini sleppa at royna seg.

Nakrir granskingarstovnar fara eisni at hava tiltøk uttanfyri fyri børn og vaksin.

Vísindavøka á ferð

Vísindavøkan fer eisini aftur á ferð kring landið. Eins og í 2019 er ætlanin at skipa fyri 5 kvøldum við 3 styttri fyrilestrum. Tað verða ymiskir fyrilestrar til tey fimm tiltøkini, so til ber at hoyra fleiri fyrilestrar, um áhugi er fyri tí.

Vísindavøka á ferð vendir sær mest til vaksin fólk.

Vísindavøkublaðið 

Aftur í ár kemur eitt serligt Vísindavøkublað, sum vit gera í samstarvi við Sosialin. Blaðið kemur út nakað áðrenn Vísindavøkuna. Bløðini frá undanfarnum árum kunnu lesast her

Set X í kalendaran

Vísindavøkan verður 20. september , tað er eina viku fyrr enn vanligt. Hetta er serliga gjørt fyri at tiltakið ikki skal vera samstundis sum árligi Vinnudagurin hjá Vinnuhúsinum.

Skráin kemur seinni.