Sjóvinnuhúsið.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.06.2018

Vísindavøkan 2018 verður í Sjóvinnuhúsinum

Í ár verða nýggir karmar fyri Vísindavøkuna. Nú Fróðskaparsetrið hevur fingið nýggj hølir á Vestaru Bryggju er gjørt av at halda Vísindavøkuna har.

Vísindavøkan 2018 verður fríggjadagin 28. september frá morgni til seint seinnapart. Í Kongshøll, sum er fyrilestrarhøllin á 4. hædd, verða fleiri stuttar framløgur við úrslitum frá aktuellum granskingarverkætlanum.  Í gongunum verða postarar sýndir fram. Á 2. hædd og uttanfyri er ætlanin at hava framsýningar og tiltøk.

Vísindavøku verður eisini á ferð aftur í vikunum uppundir Vísindavøkuna. Í ár verður hetta skipað øðrvísi enn áður. Talan verður um nøkur skipað tiltøk kring landið við fleiri styttri framløgum sama dag, umframt okkurt tiltak og framsýning.

Skráin og meira kunning kemur seinni.

Endamálið við Vísindavøkuni er at økja kunnleikan til og kveikja áhuga fyri tí, sum fer fram í føroyska granskingarheiminum. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Luttakandi stovnar og feløg á Vísindavøkuni

Búnaðarstovan
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Fiskaaling
Fróðskaparsetrið
Granskingarráðið
Havstovan
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
iNOVA
Ílegusavnið og FarGen
Jarðfeingi
Landsbókasavnið
Landssjúkrahúsið
Tjóðsavnið
Tjóðskjalasavnið
Umhvørvisstovan

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum