Skriva út
Lagt út: 31.08.2009

Vísindavøkan 2009 kring landið

Nú nærkast Vísindavøkan 2009. Hetta er eitt høvi hjá øllum at hoyra granskarar greiða frá um teirra úrslit og teirra dagliga arbeiðið í granskingarumhvørvinum.

Í ár verður Vísindavøkan hildin í Suðuroy, í Havn og í Klaksvík.

Í Suðuroy verður Vísindavøka mikukvøldið 23. september klokkan 20.00 í Skúladeplinum í Suðuroy. Í Havn verður hon hóskvøldið 24. september klokkan 19.30 á Náttúrugripasavninum, og í Klaksvík verður hon fríggjakvøldið 25. september klokkan 19.30 á Norðoya Fornminnissavni.

3 granskarar luttaka á hvørjum staði við framløgu um teirra granskingarvirksemi.

Skráin í Suðuroy:
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og granskari: Hví samfelagsgransking? Framløga um, hvat samfelagsgransking er, hví samfelagsgransking hevur týdning, og hvørjum evnum granskað verður í á Granskingardeplinum fyri samfelagsmenning.

Maria Skaalum Petersen, Ph.D. og granskari: Parkinsons sjúka og umhvørvið

Ása Róin, útbúgvingarleiðari á Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya: Urinkontinens hjá kvinnum millum 60 og 65 ár í Føroyum. Títtleiki og ávirkan á gerandislívið.

Skráin í Tórshavn:
Hjálmar Hátun, havfrøðingur og PhD.: Gróður á opnum havi

Tóra Petersen, cand.psyk. og Ph.D. lesandi: Sálarligir løstir hjá børnum og ungum

Anna Maria Fossá, plantufrøðingur og Ph.D.: Plantuvøkstur í einum umhvørvi í broyting

Skráin í Klaksvík:
Pál Weihe, yvirlækni: Umhvørviseitur og heilsan hjá hjá børnum í Føroyum

Katrin Næs, cand.phil, Ph.D. lesandi: S fyri k - okkurt um, hvussu børn læra at skriva

Karin M. H. Larsen, havfrøðingur, Ph.D.: Góð og ring ár á landgrunninum – týdningurin hjá umhvørvinum

Vísindavøkan er partur av tiltakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. Endamálið við European Researchers’ Night er at um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Við Vísindavøkuni ynskir Granskingarráðið at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.