Skriva út
Lagt út: 07.06.2013

Vísindasiðseminevndin aftur á alnetinum

Nú ber aftur til at finna kunning um Vísindasiðseminevndina, virksemið hjá nevndini, oyðubløð o..a. á alnetinum. Vísindasiðseminevndin og Granskingarráðið hava gjørt avtalu um, at gransking.fo skal hýsa heimasíðuni vsn.fo.

Í langa tíð hevur ikki borið til at finna tilfar frá Vísindasiðseminevndini á alnetinum. Fyri eini tíð síðani varð brotið inn á heimasíðuna hjá nevndini vsn.fo og neyðugt var at leggja síðuna niður fyribils. Eftir at hava arbeitt við málinum eina tíð, valdi nevndin at spyrja seg fyri hjá Granskingarráðnum um møguleikan fyri samstarvi.

Granskingarráðið metti, at talan var um eitt skilagott uppskot av fleiri orsøkum. Talan er um eina einfalda og ódýra loysn. Vísindasiðseminevndini tørvar ikki at skula umsita egna síðu og at hava fólk, sum kann taka sær av hesum. Granskingarráðið hevur frammanundan eina vælvirkandi skipan og síðu, sum ikki verður órógvað av at meira tilfar kemur á, tvørturímóti ger tað síðuna áhugaverdari. Talan er um virksemi, sum liggur nær at uppgávunum hjá Granskingarráðnum.

Avtalan er í stuttum, at síðan vsn.fo peikar til eina undirsíðu á gransking.fo. Granskingarráðið leggur tilfarið út fyri Vísindasiðsemisnevndina. Granskingarráðið fær endurgoldið beinleiðis útreiðslur, eitt nú fyri økisnavn, og fyri arbeiðið at leggja tilfarið út. Granskingarráðið og Vísidasiðseminevndin eru óheft av hvørjum øðrum í allar aðrar mátar, og Granskingarráðið hevur onga ábyrgd av tilfarinum, sum kemur frá Vísindasiðseminevndini.

Eru spurningar um avtaluna ber til at venda sær til Granskingarráðið á gransking@gransking.fo

Eru spurningar um tilfarið á síðuni hjá Vísindasiðseminevndini, ber til at venda sær til vsn@vsn.fo