Skriva út
Lagt út: 28.04.2008

Vísindaráðið 2 ár í næstum - ikki valt enn

Sunnudagin komandi eru 2 ár síðani Løgtingið samtykti broytingar í lóg um gransking, har m.a. eitt Vísindaráð skuldi stovnsetast. Hetta nýbrotið í føroysku politisku skipanini skuldi sambært lógini orða yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Tíverri er Vísindaráðið ikki formliga tilnevnt enn, hóast tað leingi hevur ljóðað, at tað fór at verða í næstum.

Felags stev neyðugt
Higartil hevur gransking verið eitt øki, sum ikki hevur havt eina fasta politiska forankring, men hevur í staðin verið spjatt undir ymisk málaráð og fígging fingin til vega frá fleiri kontum á fíggjarlógini.

Við Vísindaráðnum var ætlanin at tryggja, at politiskar, samfelagsligar og fíggjarligar raðfestingar ganga hond í hond við tilmæli og rák úr granskingar- og menningarumhvørvinum í Føroyum og úti í heimi.

Les neyvaru grundgevingarnar fyri stovnssetanini av Vísindaráðnum  í viðmerkingunum til lógarbroytingina.

Formliga um Vísindaráðið
Í vísindaráðnum skulu vera løgmaður (formaður), landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum (næstformaður), vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum og heilsumálum, eitt umboð tilnevnt av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av løntakarafeløgunum, eitt umboð tilnevnt av Fróðskaparsetri Føroya og tvey umboð fyri sektorgranskingarstovnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.

Formaðurin í Granskingarnevndini hevur møtiskyldu í Vísindaráðnum, tó uttan at hava atkvøðurætt.

Stjórin fyri Granskingargrunnin verður skrivari hjá vísindaráðnum.