Skriva út
Lagt út: 09.10.2018

Vísindalig grein um orðfeingið hjá føroyskum børnum

Nýggj grein við úrslitum um máltøku hjá føroyskum børnum er júst útkomin í vísindaliga tíðarritinum First Language.

Greinin viðgerð orðfeingið hjá børnum upp til 3 ár. Tað eru Sissal M. Rasmussen og Dorthe Bleses, sum hava skrivað greinina. Í greinini viðgera tær máltøku, t.e. hvussu børn ogna sær mál.

Úrslitini í greinini byggja á innsavning av dátum frá 1135 føroyskum børnum í aldrinum 8-36 mánaðir, og tey vísa m.a., at tað er serlig ferð er á máltøkuni, tá børnini eru millum 1-2 ár, at tað er munur á máltøkuni hjá dreingjum og gentum, og at føroysk børn brúka lutfalsliga fleiri barnslig orð enn børn í øðrum londum.

24 mánaða gomul børn hava sera ymiskt orðfeingi, frá 40 orðum í lægsta bólkinum (10%) til 260 orð í miðal bólkinum (50%) til upp ímóti 600 orð í hægsta endanum (90%). Tá børnini eru 16 mánaðir er munurin meira enn 100 orð millum børnini, sum hava fæst og flest orð. Spennið uppá umleið 400 orð heldur á upp til elsta kannaða bólkin.

Heitið á greinini er “Faroese children’s early vocabulary acquisition: A Faroese adaptation of the MacArthur–Bates Communicative Development Inventories”. Ein samandráttur sæst her

Sissal M. Rasmussen er ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og greinin er úrslit av gransking hennara har. Dorthe Bleses er vegleiðari hennara. Verkætlanin er stuðlað av Granskingargrunninum.