Vísindalig grein um infektiøs laksa anemi (ILA) virus
Debes H. Christiansen, deildarleiðari og granskari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur saman við øðrum granskarum í Norra og Skotlandi vísindaliga grein um ILA virus í altjóða tíðarriti.
Greinin, sum kallast “Localised infection of Atlantic salmon cells by HPR0 infectious salmon anaemia virus”, varð almannakunngjørd í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum PLOS ONE í mars í ár.
Í greinini verður m.a. víst, at tann ikki sjúkuelvandi ILA virus (ILAV-HPR0) einans smittar kyknur á yvirflatuni (tær sokallaðu “epithel-kyknurnar”) í táknunum og í skræðuni á laksinum og ikki megnar at treingja inn í laksin. Tá sjúkuelvandi ILA virus smittar laks, megnar hann skjótt at treingja gjøgnum “epithel-kyknurnar” og inn í blóðrenslið, har hann m.a. oyðileggur reyðu blóðkyknurnar og viðførur blóðmangul (anemi).
Kanningin bendir á, at tað í “epithel-kyknunum” er ein forðing ella verja, sum bert tann sjúkuelvandi ILA virus megnar at treingja ígjøgnum. Enn vita vit lítið um, hvussu henda forðing/verja virkar. Men í greinini eru ábendingar um, at immunverjan hevur ein týðandi leiklut.
Betri vitan um hesa forðing/verju fer vónandi at stuðla undir at menna nýggjar hættir at fyribyrgja ILA sjúku við t.d. koppseting.
Greinin kann lesast her
Greinin er partur av einari ILA granskingarverkætlan, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum er stuðlað m.a. úr Granskingargrunninum. Les meira um verkætlanina her
Hetta er fjórða greinin, sum er almannakunngjørd. Hinar tríggjar eru:
McBeath A, Aamelfot M, Christiansen DH, Matejusova I, Markussen T, Kaldhusdal M, Dale O-B, Weli SC, Falk K. Immersion challenge with low and highly virulent infectious salmon anaemia virus reveals different pathogenesis in Atlantic salmon, Salmo salar L. (2015) J. Fish Dis. 38:3-15.
McBeath A, Ho YM, Aamelfot M, Hall M, Christiansen DH, Markussen T, Falk K, Matejustova I. (2014) Low virulent infectious salmon anaemia virus (ISAV) replicates and initiates the immune response earlier than a highly virulent virus in Atlantic salmon gills. Vet. Res. 45:83.
Aamelfot M, McBeath A, Christiansen DH, Matejustova I, Falk K. (2015) Infectious salmon anaemia virus (ISAV) mucosal infection in Atlantic salmon. Vet. Res. 46:120.
Kelda: hfs.fo