Skriva út
Lagt út: 24.08.2023

Vísindaknokkar - poddvarp um náttúruvísindi

Ein poddvarpsrøð um náttúruvísindi fór av bakkastokki í vár.

Tað eru Annetta C. Eidesgaard, MSc. í biokemi, og Durita Granada Thomassen, bioanalytikari, sum hava tikið stig til poddvarpið og eru vertir. Higartil eru 4 partar komnir.

Tær siga soleiðis um Vísindaknokkar:

"Hetta poddvarpið, er sprottið úr einari blanding av forvitni, og eldhuga fyri at læra og miðla vitan.​

Endamálið er at lýsa gransking í Føroyum, umframt at lýsa ymisku møguleikarnar fyri at nema sær náttúruvísindarliga útbúgving og starv, bæði heima og í útlegd.

Hetta verður gjørt, við at bjóða granskarum ein pall har tey kunnu miðla tí gransking sum fer fram í løtuni, umframt áhugaverda og týdningarmikla gransking sum longu er framd.

Ynski okkara er at verða ein miðil, ið ger tað lættari fyri ein og hvønn FORVITNISKNOKK, at fáa atgongd til náttúruvísindaliga vitan, sum hevur serligan týdning fyri Føroyar og okkum føroyingar.​

Hóast vit báðar - vertirnir - arbeiða við arvafrøði, er tað TÝDNINGARMIKIÐ fyri okkum, at prátið kemur at fevna so vítt og breitt um NÁTTÚRUVÍSINDI í FØROYUM, sum gjørligt.

Heldigvís, eru vit báðar forvitnar, og gleða okkum tí at læra nógv nýtt, saman við tykkum lurtarum."

Les meira á heimasíðuni Vísindaknokkar

Til ber eisini at finna Vísindaknokkar á Facebook, Instagram og Spotify