Skriva út
Lagt út: 21.04.2015

Virkin mentanararvur

Í nýggjari frágreiðing um mentanararv, sum er skrivað av serfrøðingabólki í Horizon 2020, verður víst á, hvussu stóran týdning mentanararvur hevur í Evropa í dag. Tað snýr seg ikki einans um tað, at vera evropeari, tí nú verður mentanararvur tikin við, tá ið búskapur, livistøði og umhvørvið skulu mennast.

Stórir fyrimunir síggjast í mun til ferðavinnu, men alsamt fleiri fyrimunir eru at síggja, tá ið mentanararvur verður mettur í mun til vøkstur og arbeiðspláss í breiðum høpi og innan fleiri meiri og minni siðbundnir ídnaðir. Mentanararvur verður eisini viðurkendur sum íkast til sosiala savningarmegi, sum fær samfeløg og serliga ung fólk at verða virkin í teirra umhvørvi.

Nógv lond í Evropa hava fingið nyttu og framburð við at leggja størri dent á mentanararvin. Í hesari frágreiðing verður víst á dømi um, hvussu mentanararvur hevur verið við til at seta ferð á búskapin lokalt og nationalt.

Frágreiðingin kann takast niður her