Skriva út
Lagt út: 22.04.2009

Vinnararnir verða funnir um 2 dagar

Nú nærkast freistin fyri at atkvøða fyri tekningunum, sum eru komnar til 1. umfar av Tekna ein granskara. Higartil hava nógv fólk vitja síðuna við tekningum, sum liggur á: http://www.heilagrunnurin.fo/teknikapping/

Ein av tekningunum, sum hevur fingið nógvar stjørnur er tekningin hjá 8 ára gamla Árna. Hann hevur teknað gubba sín, sum granskar eitt blomstur. Hetta er tekningin omanfyri. Í alt eru 61 tekningar við í hesum umfarinum.

Freistin at atkvøða er fríggjadagin 24. apríl. Fyrst í komandi viku fara vit at kunngera, hvørjir vinnararnir eru. Teknararnir, sum hava gjørt 3 tær best umtóktu tekningarnar, sleppa at velja sær eina bók frá Føroya Skúlabókagrunni.

Freistin at lata tekningar inn til 2. umfar er mánadagin 27.apríl. Higartil eru komnar fleiri enn 60 tekningar. Tekningarnar frá hesum umfarinum verða lagdar á heimasíðuna í komandi viku og tá ber so til at velja bestu/stuttligastu tekningarnar í 2. umfari.