Tekna Ein Granskara 2025
Skriva út
Lagt út: 22.10.2025

Vinnararnir av teknikapping kosnir

200 forvitnislig og væl teknaði boð upp á, hvat granskarar takast við, komu inn til teknikappingina, sum Granskingarráðið skipaði fyri i sambandi við Vísindavøkuna.

Vit bjóðaði børnum og ungum at tekna myndir av, hvat tey ímynda sær at ein granskari ger, eitt nú, hvat ið verður granskað, hvussu gerandisdagurin hjá einum granskara er; hvussu arbeiðsplássið sær út; um tað er úti ella inni?

Tað var stuttligt at hyggja gjøgnum bunkan av tekningum, sum vit fingu sendandi í samband við teknikappingina.

Tekningar komu úr øllum landinum, bæði frá skúlum og frá einstaklingum. Onkrar komu við telduposti, aðrar við Posta og nógvar vórðu lagdar í kassan, sum vit høvdu við okkum í Sjóvinnuhúsinum á Vísindavøku.

Tað var ikki lætt at velja vinnaratekningarnar, tí nógvar góðar og eisini sera ymiskar tekningar eru komnar inn.

Tær tríggjar tekningarnar, sum at enda vórðu kosnar vinnarar, vóru teknaðar av:

Emblu Rán úr 7.b. í Hoyvíkar skúla
Ró Mariu úr 3. fl. í Kvívíkar skúla
Sandru Kristu úr 2. fl. úr Skúlanum á Fløtum

Tær fáa 500 kr hvør.

Vinnaratekningarnar og nakrar afturat av teimum mongu tekningunum síggjast í myndasavninum her