Skriva út
Lagt út: 01.10.2013

Vinnarar kosnir í teknikappingini matur og gransking

Á Vísindavøkuni vóru virðislønir handaðar 6 børnum fyri tekningar, sum tey høvdu sent inn til teknikappingina hjá Granskingarráðnum.

Tað komu í alt 225 tekningar inn til teknikappingina, sum varð fyriskipað í samband við ársins Vísindavøku. Evnið var matur og gransking. Tekningarnar vóru bólkaðar í tveir bólkar – ein bólk við børnum upp til sjeynda flokki, og ein bólk frá áttanda flokki og upp til 19 ár.

Vinnararnir í kappingini vóru:

Yngri bólkur:
Nr. 1 – Guðrið Egholm, 13 ár.
Nr. 2 – Teitur Eysturoy Olsen, 9 ár.
Nr. 3 – Kristina Verlandsdóttir Hayfield, 7 ár.

Eldri bólkur:
Nr. 1 – Katrin Joensen-Næs, 14 ár.
Nr. 2 – Ása Eikhólm Trygvadóttir, 14 ár.
Nr. 3 – Lív Gunnarsdóttir, 15 ár.

Vinningarnir vóru 1.500 kr. til nr. 1 og 500 kr. til nr. 2 og 3. Eisini fingu allir vinnararnir heiðursbræv og bøkur frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Í dómsnevndini vóru Oggi Lamhauge, listamaður, Solveig Debes, ráðgevi á Námi, og John D. Olsen fulltrúi í Granskingarráðnum.

Allar tekningarnar vóru sýndar fram á Vísindavøkuni og verða skjótt lagdar á Facebook síðuna hjá Granskingarráðnum.

Hetta segði dómsnevndini um tekningarnar

Sera nógvar spennandi og vakrar myndir komu inn. Myndirnar vísa granskarar, granskingarevni og vísa á gransking í mati á sera ymiskan hátt. Litirnir spenna víða: heilt frá ljósum og mildum til villar og myrkar litir. Granskararnir eru ungir, gamlir, dreingir, gentur, kvinnur og menn við langum og stuttum hári. Summar myndir eru álvarsligar og aðrar stuttligar. Summar eru einfaldar og aðrar fullar við smálutum og høgum detaljustigi. Felags fyri allar myndirnar er, at teknarin á sín egna hátt hevur gjørt sær nakar tankar um gransking og tað at granska í mati.
Vit í Granskingarráðnum eru sera fegin um allar tekningarnar. Takk fyri, at tit vildu luttaka. Tað at vit hava fingið so nógvar góðar myndir, hevur samstundis merkt, at dómsnevndin hevur havt eina trupla uppgávu. Dómsnevndin hevur við nærlagni og listarligum brillum valt hesar vinnararnar:

Yngri bólkur

Nr. 1 Guðrið Egholm 13 ár.


Myndin, sum hevur fingið fyrstu virðisløn, vísir royndargløs við ymiskum náttúru tilfeingi úr nærumhvørvi okkara. Gløsini standa í eini beinari røð á einum borði og navnaspjaldur er á hvørjum glasi, sum sigur, hvat í teimum er. Gløsini eru gjøgnumskygd, so vit eisini síggja, hvat er í teimum.

Guðrið skrivar sjálv um myndina:
“Her eru nøkur royndargløs við øllum møguligum djórum vit kunnu byrja at granska ella granska meiri. Eg haldi, at tað er týdningarmikið at vit vita hvat maturin inniheldur, áðrenn vit eta hann.”

Tað, sum serliga fangaði dómsnevndina, var, hvussu væl Guðrið hevur megnað at tekna gløsini í perspektivi og lýst gjøgnumskygdu tilfarskensluna í gløsunum. Tekningin er spennandi og lýsir eina breidd av mati vit kenna úr gerandisdegi okkara. Hetta er viðkomandi gransking, ið byrjar í gerandisdegi okkara.


Nr. 2. Teitur Eysturoy Olsen, 9 ár.


Myndin, sum hevur fingið aðru virðisløn, er myndbygningarliga sera væl sett saman. Hon hevur ein breiðan bláan bredda høgrumegin í myndini, sum ímyndar sjógv við fiski í. Ein smalri breddi er vinstrumegin í myndini og hann ímyndar strondina. Mitt á strondini síggja vit ein granskara, sum hyggur út á víða havið eftir øllum livandi verum, ið har eru. Myndin er fagurt litað við voks- ella oljukriti og blýanti og møguliga skava í við onkrum spískum luti.

Teitur skrivar sjálvur um myndina:
“Man kannar fiskin fyri at vita, um sjógvurin er dálkaður, tí sjógvurin kann síggja reinur út, hóast hann er dálkaður. Dálkaður fiskur er skaðiligur sum mannaføði. Dálkaður sjógvur ger, at fiskurin verður dálkaður. Dálking kann verða bæði tílíkt vit ikki síggja, skaðilig evni o.s.fr., men tað kann eisini vera tunnur, fløskur og tyggigummi og nógv annað.”

Dómsnevndin sigur, at myndaskipanin er djørv. Myndin er sera væl sett saman og hevur frálíka vakrar og fangandi litir. Myndevnið er havið, granskarin og tær verur, sum í havinum liva. Tekstur og mynd geva tilsamans eina heildarlýsing av fatanini hjá teknaranum.


Nr. 3, Kristina Verlandsdóttir Hayfield, 7 ár.


Myndin, sum hevur fingið triðju virðisløn, vísir tveir granskarar, ein drong og eina gentu, á hvør sínum stóli sitandi við eitt borð. Bæði tvey eru eins ílatin í fínum bláum kitli og svørtum buksum. Á borðinum er ein sjóneyka, sum gentan í myndini brúkar til at kanna ymisk sløg av frukt. Eisini stendur annar matur á borðinum. Drongurin skrivar úrslitini frá kanningunum niður á eitt pappír. Sostatt er eitt samskifti millum persónarnar á myndini, sum teknarin dugir sera væl at vísa.

Kristina skrivar um myndina:
“Á myndini eru tveir granskarar. Ein kona og ein maður. Tey gera kanningar, um maturin hevur eiturevni í sær. Tann eini skrivar um matin og hin kannar matin við at hyggja í mikroskop.”
Dómsnevndin heldur, at Kristina hevur megnað at fanga evnið í teknikappingini og gjørt tað viðkomandi fyri sín aldursbólk. Gransking verður her gjørd gerandislig – her er einki gátuført ella dult.

Eldri bólkur

Nr. 1, Katrin Joensen-Næs, 14 ár.
 


Myndin, sum hevur fingið fyrstu virðisløn, lýsir ein djúpthugsandi granskara mitt í einum rúmi. Kring um hana eru ymiskir spennandi lutir, ið vísa til gransking. Ein bókahill er uttast til vinstru í myndini við royndarglasi, bókum, globusi og øðrum. Serliga fangandi er menningin frá kúlurammuni á niðastu hill til royndarglasið í ovastu hill, ið kann geva ábendingar um eina menning í granskingarhøpi. Ein talva við ymiskum frymlum hongur á vegginum og eitt føroyskt flagg stendur á borðinum. Ein væl teknað ketta liggur undir borðinum. Hartil hongur eitt sitat av Isaac Newton, á vegginum, sum sigur nakað um, hvussu øll gransking byggir á undanfarnar royndir.

Dómsnevndin sigur, at Katrin hevur teknað eina listarliga er sera væl frágingna mynd og evnið er somuleiðis væl fangað.

Nr. 2, Ása Eikholm Trygvadóttir, 14 ár.



Myndin, sum hevur fingið aðru virðisløn, er ein neyv lýsing av eini verkstovu har ymiskar royndir verða gjørdar. Í vinstru síðu í myndini síggja vit eitt akvarinum við livandi sjódjórum og við tí stendur ein genta við einum glúpi í hondini. Omanfyri hana er eitt bókaskáp við ymiskum lutum, sum hava við gransking at gera. Høgrumegin í myndini sita tveir granskarar. Annar sker flak av einum toski og hin sker í eitt grindastykki. Omanfyri teir longst til høgru er ein mynd av einum makreli, ið veður vístur á eini samvirknari talvu. Litirnir í myndini eru sera spennandi og hevur Ása brúkt ljósar litblýantar og vanligan blýant.

Um myndina sigur Ása:
“Á tekningini síggja vit ein granskara, ein genta, sum roynir at fanga nakrar fiskar, so hon kann kanna og granska skræðuna. Longri til høgru síggja vit ein ljóshærdan granskara, ein drong, sum flekir ein fisk fyri at kanna hann. Síðani síggja vit ein myrkhærdan granskara, ein drong, sum kannar grind og spik frá einum grindahvali.
Á vegginum síggja vit eina mynd av havhestum og á eini aðrari mynd síggja vit ein grindahval og so síggja vit eisini eina teldu, har man sær inn í ein makrel – innvølin.
Á tekningini eru eisini fleiri skuffur, har tey m.a. goyma ymisk áhugaverd og týðandi granskingarskjøl í. Á hinum vegginum er ein hill við nógvum bókum, kassum og gløsum, hetta eru alt neyðug amboð, sum ein granskari brúkar. Vit síggja eina teldu, sum hongur á vegginum, og undir telduni er ein talva við nøkrum granskingarúrslitum á.”

Dómsnevndin sigur, at Ása hevur teknað eina sera nágreiniliga og væl perseptiveraða mynd við heilt serligum áhuga fyri smálutunum. Hon hevur somuleiðis megnað at fanga evnið á teknikappingini.


Nr. 3, Lív Gunnarsdóttir, 15 ár.



Myndin, sum hevur fingið triðju virðisløn, vísir nøkur royndargløs fremst á myndini við ymiskum veskum og mati. Úr einum royndarglasi kemur roykur og úr einum øðrum síggja vit bløðrur. Uppaftur í øðrum royndarglasi síggja vit ein fisk, sum upploysist í vesku. Eitt stabbadiagram og ein strikumynd síggjast eisini á myndini. Oman fyri strikumyndina eru eygu við brillum á eini nøs, sum vísir ein granskara, ið hyggur inn gjøgnum ein rút inn til royndargløsini.

Um myndina sigur Lív:
“ Hesa tekningina gjørdi eg, tí eg helt, at hon lýsti sera væl gransking og mat, á ein stuttligan hátt.”

Dómsnevndin sigur, at Lív hevur á ein skemtiligan hátt fangað evnið í teknikappingini. Myndin er sera klár og eintýdd við tryggum stikum og klárum litunum. Stóru og fangandi eyguni, sum goyma seg handan gløsini draga hugin til eygleiðing og ansni, ið eru tveir týdningarmiklir eginleikar hjá einum granskara.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.