Skriva út
Lagt út: 28.09.2015

Vinnarar av spurnarkapping funnir

Á Vísindavøkuni fríggjadagin skipaði Granskingarráðið fyri eini spurnarkapping. Gestirnir kundu gita svarini uppá 10 spurningar og vera við í lutakasti um gávukort til Havnar Bio .

Ein rúgva  av fólki royndu seg í kappingini. Av hesum høvdu 11 svarað øllum spurningunum rætt. Vit kastaðu í dag lut millum hesi 11. Av tí at so nógv høvdu svarað rætt, valdu vit at lata tveir vinningar.

Tær, sum vunnu lutakastið, vóru Elisabet Larsen og Lý Roarsdóttir Ellendersen. Tær fáa hvør sítt gávukort á 300 kr.

Á myndini er Elisabet Larsen, sum er á vitjan á básinum hjá Havstovuni, har mamma hennara arbeiðir sum granskari.


Spurningarnir og røttu svarini kunnu lesast her