Skriva út
Lagt út: 28.01.2014

Viðmerking til grein á Videnskab.dk

Deildin fyri Arb.- og Almannaheilsu: Her um dagarnar kom út grein um føroysk børn í tíðarritinum American Journal of Clinical Nutrition (2014;99:5–13). Grein hevði heitið: Association between prenatal polychlorinated biphenyl exposure and obesity development at ages 5 and 7 y: a prospective cohort study of 656 children from the Faroe Islands. Á føroyskum nakað soleiðis: Samband millum útsetilsi fyri polykloreraði bifenylir áðrenn føðing og fiti um 5 og 7 ára aldur: ein framlítandi kohortu kanning av 656 børnum í Føroyum. Granskingararbeiðið varð framt á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og snýr seg um okkara kohortu 3, sum var borðin í heim í tíðarskeiðinum frá november 1997 til mars 2000. Tað var Ulrike Steuerwald, barnalækni, sum kannaði tey bæði tá tey vóru 5 og 7 ár. Umframt at kanna miðnervalagið og immunskipanina, vigaði hon tey og máldi hæddina og um miðjuna. Vit høvdu mált PCB og DDE í blóðinum hjá mammuni í 34. viku av viðgongutíðini og so eisini í móðurmjólk, 4-5 dagar eftir burðin. Virðini av PCB og DDE vóru rættiliga høg í mun til onnur lond, men hetta skyldast, at tá ótu summar kvinnur enn spik, sum var (og er) okkara stóra kelda til hesi eiturevni. Vit hava síðani tíbetur sæð eitt eina stóra minking av hesum evnum í blóðinum hjá barnakonum í Føroyum og tað skyldast fyrst og fremst at tær fylgja ráðunum um ikki at eta spik.

Nógv hevur verið tosað um, hví fiti og sukursjúka eru í so stórum vøkstri víða um heim. Sjálvandi spælir ríkiligur matur og likamsóvirkni sín stóra lut. Men hvat við dálkandi evnum, sum eru mannaskapt í okkara tíð og fyrilitarleyst latin út í náttúruna? Vit á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu hava áður víst, at hesi evni kunnu viðvirka til sukursjúku hjá sjeytiáringum. Og nú síggja vit so, at eisini børn hjá mammum, sum í viðgongutíðini vóru prúðar, gjørdust í prúðara lagi í forskúlaaldri. Tað er hetta, vit nú greiða frá í hesi grein.
Niðurstøðu okkara er varislig og ljóðar soleiðis á enskum: Results suggest that prenatal exposure to PCB and DDE may play a role for subsequent obesity development. Girls whose mothers have a high prepregnancy BMI seem most affected. (Úrslitini týða uppá, at útsetilsi fyri PCB og DDE áðrenn føðing kann hava týdning fyri fiti seinni í lívinum. Gentur, hvørs mammur høvdu høgt BMI í viðgongutíðini, tykjast serliga ávirkaðar.)

Í donskum miðli (Videnskab.dk, 24. Januar 2014) var niðurstøðan av okkara arbeiði lýst við misvísandi yvirskriftini: Når gravide spiser fisk, bliver deres døtre tykke. Meginkeldan til hesi evni í føroyingum er ikki fiskur, men spik. Spikið er framhaldandi so dálkað, at mælt verður frá at eta tað í heila tikið. Nógv av hesum evnum brótast so spakuliga niður, at tað tekur nógv ár at fáa tey úr aftur kroppinum. Er ein kvinna fyrst vorðin illa dálkað við hesum evnum, má hon bíða leingi, áðrenn evnini eru úr kroppinum og tá er kanska ov seint at seta við.

Fólkaheilsuráðið mælir til, at føroyingar eta meira fisk, og tað hevði ráðið ikki gjørt, um ráðið metti, at fiskur, sum føroyingar vanliga eta, innihelt ov nógv av hesum evnum.

Red: Síðani umrødda greinin varð løgd út á videnskab.dk hevur tíðindaredaktørurin broytt yvirskriftinat til "PCB og DDE i mors mave giver fede døtre", grundað á atfinningarnar, sum fleiri lesarar gjørdu. Les alla greinina her.