Viðmæli frá granskarum fyri at tryggja Føroyar móti framtíðar illveðri
Í nýggjari útgávu - Policy paper - gera granskarar handan granskingarverkætlanina CliCNord nøkur viðmæli til tilbúgvingina fyri at tryggja Føroyar móti framtíðar illveðri.
"Hesi viðmæli eru grundaði á drúgva verkætlan, har sambandið millum fólk, støð og illveður í Føroyum er kannað seinastu trý árini. Úrslitið sýnist sera viðkomandi, bæði tá ávís øki og landið sum heild skulu leggja ætlan fyri, hvussu farast skal fram í samband við framtíðar veðurlagsbroytingar í fjarløgdum økjum í Føroyum.
Viðmælini eru hesi:
• Økt samarbeiði millum fyrisitingarliga partin og ymsu økini er týðandi fortreyt fyri at tryggja hjálp til smærri fjarstøddu samfeløgini, nú ógvusligt veður gerst alsamt meira vanligt
• Størri heildarfyribyrgjandi og burðardygg tiltøk mugu setast í verk, soleiðis at staðbundnu royndirnar at laga seg til megna at fylgja við alsamt vaksandi vandanum av veðurlagsbroytingum
• Staðbundnu tilbúgvingarnar mugu styrkjast, soleiðis at ávirkanin av veðurlagsbroytingum á títtleikan og styrkina av framtíðar illveðri er við í metingini."
Sí skjalið við viðmælum her.
Kanningin, sum liggur aftanfyri hesa kunningina, er partur av verkætlanini “Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries” - CliCNord - (Mótstøðuføri móti veðurlagsbroytingum í smærri samfeløgum í Norðurlondum ).
Í verkætlanini er kannað, hvussu samfeløg langt burturi frá størru býunum klára at tillaga seg og standa ímóti framtíðar avbjóðingum viðvíkjandi veðurlagsbroytingum.
Fleiri vísindaligar útgávur eru ávegis um føroyska partin av verkætlanini.
Les meira um verkætlanina á clicnord.org
Mynd: J. Helgi