Skriva út
Lagt út: 25.06.2010

Videnskab.dk heiðrað


Danski vísindaportalurin, videnskab.dk, hevur fingið eina virðisløn fyri vitanarspjaðing av vísindaligum tilfari til almenningin. Tað ‘Foreningen af Danske Interaktive Medier, sum hevur givið portalinum heiðurin.

Grundgevingin fyri at geva vísindaportalinum heiðurin er m.a. at miðilin við nágreiniligum og dygdargóðum tíðindaflutningi hevur gjørt torført granskingartilfar atkomiligt hjá almenninginum. Portalurin vann í bólkinum fyri ‘bedste nye publicistiske tiltag på internettet’ m.a. í kapping við Dagbladet Børsen og Information.

Vitja videnskab.dk

Les alla søguna um heiðurlønina hjá videnskab.dk

Vitja heimasíðuna hjá Foreningen af Danske Interaktive Medier