Skriva út
Lagt út: 03.05.2016

Verkstovur um at skriva umsóknir til Horizon 2020

Tað krevur sítt at skriva eina so góða umsókn til Horizon 2020 skránna, at hon kann koma uppí part millum tær, sum verða mettar stuðulsverdar. Kappingin er hørð, og tað verður tí kravt nógv av umsóknunum. Eitt er at hava eitt gott hugskot og góðar fakligar førleikar. Harafturat krevjast eisini góðir førleikar og royndir at lesa og tulka útboðstekstirnar. Hetta er krevur innlit í hugsunarháttin og ynskini handan útboðini.

Fyri at menna hesar førleikar í Føroyum, hevur Granskingarráðið fingið ein serfrøðing til Føroya at hava verkstovur fyri granskarum og øðrum áhugaðum. Týsdagin og mikudagin leggur Matthew Staton úr Onglandi okkum lag á at lesa ymisk ítøkilig útboð og at skriva umsóknir.

Myndin er frá felags verkstovu í iNOVA týsmorgunin, har fólk frá fleiri stovnum og fyritøkum kannaðu møguleikan fyri at arbeiða við eini felags føroyskari umsókn. Mikudagin er evnið einstaklingaumsóknir.